2,8 milliónir meiri í skatti í Suðuroy

Allar sjey kommunurnar í Suðuroy fingu meiri inn í skatti fyrra hálvár í ár enn sama tíðarskeið í fjør

Skattainntøkurnar í teimum sjey kommununum í Suðuroy vóru størri fyrra hálvár í ár, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør. Samantaldi vøksturin í skattainntøkum var 2.803.521 krónur.

Í krónum var vøksturin størstur í Vágs kommunu. Har runnu 941.149 krónur fleiri skattakrónur í kassan tíðarskeiðið januar- juni í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Skattainntøkan í Vági var fyrra hálvár í ár 18.474.983 krónur. Lutfalsliga var talan um vøkstur upp á 5,37 prosent.

Í Tvøroyrar kommunu var vøksturin 854.676 krónur ella 3,24 prosent. Skattainntøkan á Tvøroyri var fyrra hálvár í ár 27.200.918 krónur.

 

Lutfalsliga var vøksturin størstur í Hovs kommunu, har skattainntøkan var 9,08 prosent størri fyrra hálvár í ár enn seks teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Tað er 141.622 krónur fleiri í skatti. Inntøkan fyrra hálvár í ár var 1.702.027 krónur.

Í Hvalbiar kommunu var vøksturin 542.322 krónur ella 6,01 prosent. Samlaða skattainntøkan fyrra hálvár var 9.563.863 krónur.

Í Fámjins kommunu var vøksturin 2,63 prosent ella 36.000 krónur. Samlaða skattainntøkan fyrra hálvár var 1.403.801 krónur.

Í Porkeris kommunu var vøksturin 6,24 prosent ella 243.605 krónur. Samlaða skattainntøkan fyrra hálvár var 4.146.638 krónur.

Í Sumbiar kommunu var vøksturin 1,05 prosent ella 44.147 krónur. Samlaða skattainntøkan var fyrra hálvár 4.266.176 krónur.