29 lótu lív tá hernaðarflogfar datt niður á Krim

Sum skilst, hevur flogfarið helst havt tekniskar trupulleikar á ferðini, sum endaði við einari vanlukku á Krim

Russiska hernaðarflogfarið, sum datt niður á Krim, var av slagnum AN-26, eisini rópt Antonov AN-26

Russisku myndugleikarnir vita at siga, at 29 fólk lótu lív, tá eitt hernaðarflogfar datt niður á Krim-hálvoynni.

 

Hetta var eitt flutningsflogfar hjá russiska herinum av slagnum, AN-26, sum er flogfarið á myndini omanfyri.

 

Russiska tíðindastovan Tass ber tíðindini um flogfarið, tey ferðandi og tess manning - tilsamans 29 fólk, sum øll lótu lív.

 

Tað er russiska verjumálaráðið, sum er kelda til tíðindini.

Sum skilst, hevur flogfarið helst havt tekniskar trupulleikar á ferðini, sum endaði við einari vanlukku á Krim.

 

 

 

 

 

Russiska hernaðarflogfarið, sum datt niður á Krim, var av slagnum AN-26, eisini rópt Antonov AN-26