29 ríkisdálar og 48 skillingar var fyrsta innskotið í Eik

Konto nummar eitt í Færø Amts Sparekasse átti Cathrine Marie Johannesdatter úr Hvalvík. Tey nevndu hana jomfrúin. Hon setti 29 ríkisdálar og 48 skillingar inn sparikassan í silvurmyntum tann 24. august í 1832 ? fyri júst 175 árum síðani

Í sambandi við dagin hevði Eik Banki boðið til móttøku í høvuðssæti bankans yvir við Strond í Havn. Marner Jacobsen, forstjóri og Frithleif Olsen, nevndarformaður, hildu røðu ? og greiddu fá søgu bankans ? ella rættari sparikassans, sum hann jú varð róptur tey fyrstu gott og væl 174 árini.

Teir, sum stovnaðu Færø Amts Sparekasse vóru Tillish amtmaður, Niels Johnsen Struer, provstur, Christian Pløyen, fúti og Niles Hunderup, sorenskrivari. Allir vóru teir danskir embætismenn ? og fríhandilsmenn. Hetta var jú 24 ár fyri fríhandilin ? og stovnsetingin var eitt slag av atfinning at einahandlinum.

Einahandilin stuðlaði ikki sparikassanum og vildi ikki taka ímóti innskotum frá honum til rentu. Tí bleiv tað til, at handilin setti innlánini frá Sparikassanum í ríkiskassan.

Eik skipar fyri stórari veitslu í ítróttarhøllini á Nabb í morgin fyri starvsfólkum og øðrum innbodnum. Um 800 fólk verða til veitsluna, sum bæði verður inni í ítróttarhøllini og í einum stórum tjaldi, sum er sett upp sunnan fyri høllina.