30 ár síðani bankaránið í Kollafirði

Í dag eru 30 ár liðin síðani higartil einasta bankarán í Føroyum. Tað varð framt, tá tveir mans í hettu og við byrsu komu inn í bankadeildina hjá Føroya Banka í Kollafirði seinnapartin 10. januar í 1985.

Í dag eru 30 ár liðin síðani higartil einasta bankarán í Føroyum. Tað varð framt, tá tveir mans í hettu og við byrsu komu inn í bankadeildina hjá Føroya Banka í Kollafirði seinnapartin 10. januar í 1985.

 

Meira kann lesast um bankaránið í Vikuskiftis-sosialinum. Har er eisini nýggj samrøða við ein av bankaránarunum.

 

Tað vóru tríggir mans, sum framdu bankaránið. Í einum stolnum bili koyrdu teir tríggir, ein 19 ára gamal, ein 22 ára gamal og ein 23 ára gamal til bankadeildina í Kollafirði. Meðan tann 19 ára gamli bíðaði í bilinum, fóru hinir báðir vápnaðir við byrsu inn at ræna bankan.

 

Teir fingu góðar 160.000 krónur við sær í ránunum. Teir koyrdu til Leynavatn, har teir høvdu ein annan bil standandi, og har teir lótu stolna bilin standa. Tann 22 ára gamli fór niðan í hagan at krógva seg, meðan hinir báðir koyrdu til Havnar – teir skuldu so koma eftir hinum aftur seinni.

 

Teir møttu nógvum politibilum á veg til Havnar, so teir tordu ikki at fara norður aftur eftir hinum manninum, sum tí fór til gongu til Havnar.

 

Í eini holu uppi í Hoyvík krógvaði hann pengarar.

 

Sosialurin skrivaði um bankaránið – at tað var ikki fyrireikað væl og virðiliga í fleiri vikur. Og eftir øllum at døma vóru tað tvær stórar rokningar, sum gjødu, at tað yvirhøvur bleiv framt.

 

– Vit høvdu tosað um tað til stuttleikar í einar 14 dagar at gera eitt bankarán. Dagin fyri tosaðu vit um tað í skemti. Men so knappliga gjørdist tað veruleiki, verður tann 21 ára gamli endurgivin fyri at hava sagt í rættinum.

 

Ein annar, tann 22 ára gamli, visti væl, hví tað stuttliga tosið knappliga gjørdist ramur álvari:

 

Tá hann kom heim frá arbeiði dagin fyri ránið, lógu tvær rokningar fyri honum. Tilsamans 27.000 krónur. Hann hevði stóra skuld, umleið 130.000 kr, og hevði roynt á ymsan lógligan hátt at útvega pengar at gjalda við. Ein ríkur skyldmaður vildi ikki hjálpa honum, og aðrar royndir miseydnaðust eisini.

 

Eisini hinir báiðr, sum eru brøður, hava skuld. Til dømis skylda báðir skatt.

 

Sambært ákæruni tóku teir 162.910 kr úr kassanum í Føroya Banka í Kolafirði. Eftir, hvat teir greiddu politinum frá, so fekk tann 21 ára gamli 57.000 kr í sín part og hinir hvør sínar 51.000 kr. Tað, sum írestaði – hildu teir at tann 21 ára gamli hevði mist, tá hann misti posan í haganum.

 

Einki kom fram á rættarfundinum, hvat teir hava brúkt pengarnar til. Men í hvussu so er tann 22 ára gamli hevur goldið niður stóru skuld sína. Hann hevur goldið fleiri stórar rokningar á posthúsinum. Í øllum førum var tað peninganýtslan, sum feldi teir tríggjar. Illgrunin til teirra gjørdist sterkari, tá teir guldu dýr keyp við tíggjukrónuseðlum.

 

Allir tríggir vóru dømdir í fongsul. Teir báðir eldur í 2,5 ár og tann 19 ára gamli í 2 ár.