30 ára minningarhald fyri flogvanlukkuna í Selvík

Í dag eru 30 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Vágum, tá eitt Gulfstream flogfar hjá donsku verjuni undir innflúgving til flogvøllin datt niður í Selvík. Níggju fólk lótu lív.

Í hesum sambandi varð skipað fyri minningarhaldi í Sørvági, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, tók lut í.

 

Lesið eisini: 30 ár síðani flog­van­lukk­una við Selvík

 

Minningarhaldið varð hildið við minnisvarðan fyri flogvanlukkuna, har Søren Gade, fólkatingsformaður, Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, bóru fram minningarrøður, áðrenn kransar vórðu lagdir til minnis um tey, sum lótu lív.

 

Eisini varð heiðurstekin latið føroyskum og donskum bjargingarfólkum sum viðurkenning fyri teirra avrik í sambandi við flogvanlukkuna.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##