Myndin er tikin av Væddern umleið hálvan tíma eftir flogvanlukkuna, har tað enn sæst eldur í tí, sum eftir er av flogfarinum. Mynd úr bókini: Admiral Garde – karrieren, katastrofen og konsekvenserne (JER)

30 ár síðani flog­van­lukk­una við Selvík

Níggju fólk lótu lív, tá flogfarið hjá danska flogvápninum datt niður undir lending í Vágum.

Myndin er tikin av Væddern umleið hálvan tíma eftir flogvanlukkuna, har tað enn sæst eldur í tí, sum eftir er av flogfarinum. Mynd úr bókini: Admiral Garde – karrieren, katastrofen og konsekvenserne (JER)

Í dag eru 30 ár liðin, síðani eitt Gulfstream III-flogfar hjá danska flogvápninum datt niður í Selvík á Sørvágsfirði undir innflúgvingini til Vága Floghavn.

 

Øll níggju umborð lótu lív. Millum tey deyðu vóru verjuovastin, admiralin Hans Jørgen Garde, kona hansara og fleiri høgir embætismenn í donsku verjuni. Annar flogskiparin var føroyingurin Djóni Askam úr Sørvági.

 

Vanlukkan hendi í ringum líkindum og er framvegis tann álvarsligasta einstaka flogvanlukkan í søgu donsku verjunnar.

 

Í sambandi við, at 30 ár eru liðin síðani vanlukkuna, hevur danska verjan givið út eina minningargrein um hendingina. Har verður dentur lagdur á bæði tey, sum lótu lív, og stóra arbeiðið, sum føroysk og donsk bjargingarfólk, myndugleikar og herfólk gjørdu í sambandi við vanlukkuna.

 

##med2##

 

Á minningardegnum verða minningarhald bæði í Føroyum og í Holmens Kirke í Keypmannahavn.

 

Í 2021 varð ein minnisvarði reistur við Sørvágsfjørð til minnis um tey níggju, sum lótu lív í vanlukkuni. Greinin staðfestir, at flogvanlukkan ikki bara er partur av søguni hjá donsku verjuni, men eisini ein týðandi partur av nýggjari føroyskari søgu.

 

 

Myndin er tikin av Væddern umleið hálvan tíma eftir flogvanlukkuna, har tað enn sæst eldur í tí, sum eftir er av flogfarinum. Mynd úr bókini: Admiral Garde – karrieren, katastrofen og konsekvenserne (JER)

Tann 3. august í 2021, á 25 ára degnum fyri flogvanlukkuna, var minnismerkið reist við Sørvágsfjørð. Myndd: Lars Bøgh Vinther. Forsvarsgalleriet.