30 bátar leita: – Tað sær svart út

– Tað sær svart út. Tað ljóðar ikki, sum har er nakað at síggja, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

 

Fleiri bátar hava verið úti og leitað eftir grindini, sum ein kvinna fráboðaði fyri løtu síðani vestanfyri. Umleið 30 bátar eru úti í løtuni.

 

Men bátarnir finna onga grind.

 

– Tað sær svart út, so hetta er nokk ein fusari, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

 

– Veðrið er gott, so teir burdu sæð grindina, um har var grind. Men tað ljóðar ikki, sum har er nakað at síggja, sigur hann.

 

Teir halda nokk fram at leita í eina løtu aftrat og hava lovað at ringja til sýslumannin, um teir síggja nakað.

 

Koma teir fram á nakra grind, so er ætlanin at halda henni til.

 

Dagføring 23:10: Bátarnir sigla inn aftur og eru givnir at leita.