Ein ung kvinna varð í Føroya Rætti í morgun dømd 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri á facebook at hava kallað Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, fyri at vera pedofil.
Í sambandi við stóru ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum 24. oktober í fjør um fráboðanarskyldu, at ákærda kvinnan legði út á facebookbólkin, Steðgið pedofili: »Hann, sum setur stevnuna í Norðurlandahúsinum í dag, hevur sjálvur framt kynsligan ágang móti ungari gentu...«
Í rættinum greiddi ákærda kvinnan frá, at hon sum 6-7 ára gomul hevði verið í einum føðingardegi, og meðan tær spældu uttan fyri, kom ei maður ella ei bilur framvið, og tá skuldi hendan gentan hava sagt, at Bjørn Kalsø hevði farmt kynsligan ágang móti sær.
Hetta, sman við, at hon hevði verið eitt sindur deprimerað og í ringum lag hendn dagin hevði fingið hana at skriva hetta á facebook.
Fleiri løgdu sína meining aftrat, og onkur segði: at hetta ikki var nakað, ið mann hevði hoyrt fyrr. Til tað svaraði ákærda: »Tað var nakað, ein segði mær, tá vit vóru smáar, og hann er ein av teimum høgu, so hann skal ikki sleppa snikkaleysur«.
Í rættinum í morgun varð eisini hendan 21 ára gamla kvinnan innkallað, og hon avvísti blankt, at hon hevði sagt nakað, sum bara minnir um tað, ið ákærda segði.
- Eg gjørdist púra ovfarin, tá politiið spurdi meg um hetta. Hevur hon blandað Bjørn Kalsø inn í málið, segði vitnið í rættinum.
Hon segði seg ikki vita, hvør Bjørn Kalsø var um hetta mundi, og hóast hon sjálv varð útsett fyri kynsligum ágangi sum barn, var tað frá einum heilt øðrum manni.
Dómarin metti tað prógvað, at ákærurnar í ákæruritinum vóru rættar, og kvinnan varð dømd í 30 daga fongsul. Dómurin varð tó treytaður av, at ákærda einki revsivert skal gera í tvey ár, og skal verða undir eygleiðing av kriminalforsorgini í eitt ár. Hartil skal ákærda søkja sálarliga viðgerð og gjalda fyri eina mortifikatión í einum av landsstýrismanninum valdum blaði.
Hoyr samrøðu við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, her: