30 fólk fara at arbeiða sild í Leirvík

Gongst, sum ætlað, byrja tey í morgin at skera norðhavssild í bitar á Tavuni í Leirvík.

 

 

Hetta verður triðja árið á rað, at tey á Tavuni í Leirvík fara at skera norðhavssild. Sildin verður fyrst flakaskorin, og síðan verður hon skorin í bitar. Sildabitarnir verða latnir í tunnur, har teir verða kryddaðir eftir ávísari uppskrift.

Tavan í Leirvík hevur samstarv við svenska fyritøku, sum hevur drúgva siðvenju við sild, sum verður latin í gløs. Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at virkið í ár hevur sáttmála við svensku fyritøkuna á 5000 tunnur.

Soleiðis, sum In.fo skilir í dag, hevur Tavan fingið fyrstu nøgdirnar av sild, og tískil er klárt at byrja framleiðslu. Tey fara at arbeiða við tveimum vaktum, meðan sildavertíð er, og virkið fer at taka ímóti.

- 15 fólk verða á hvørji vaktini. Fyrra vaktin arbeiðir frá klokkan 08 til 16 og hin seinna frá klokkan 16 til midnátt, sigur stjórin sum vísir á, at soleiðis verða tilsamans 30 fólk knýtt at sildaframleiðsluni í heyst.

Joen Magnus Rasmussen sigur seg vóna, at tað fer at eydnast teimum at arbeiða sild allan oktober og allan november.

Arbeiðið á Tavuni er soleiðis skipað, at gulllaksavertíð er frá umleið hálvum apríl til nakað út á heystið, og tá so henda vertíð er liðug, plaga tey á virkinum í Leirvík at arbeiða upsa, og soleiðis hevur eisini verið í heyst, eftir at gulllaksavertíðin var liðug.

- Vit hava nú síðan umleið hálvan august arbeitt upsa, men tað gjørdu vit bara til og við í síðstu viku. Nú fara vit at leggja okkum eftir at gera burtur úr sildini, og tá sildavertíðin er liðug, verður aftur farið at arbeiða upsa, leggur stjórin aftrat.

##med2##