32 fólk dripin í ísraelskum álopi í Gazageiranum

Ísrael váttar álopið á ein skúla í einari flóttafólkalegu, men sigur, at Hamas-terroristar, sum vóru við í álopinum á Ísrael hin 7. oktober í fjør, brúktu leguna sum skjøldur.

Palestinsku heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum vita í morgun at siga, at í minsta lagi 32 fólk eru dripin í einum ísraelskum álopi á ein skúla í Nuseirat.

 

Myndugleikarnir siga, at talan var um ein sonevndan UNRWA-skúla í einari flóttafólkalegu, sum hýsti fólki, ið flýggja undan ísraelskum álopum.

 

UNRWA er ST-hjálparfelagsskapurin fyri palestinsk flóttafólk. 

 

Ísraelsku myndugleikarnir vátta álopið, men siga, at skúlin varð brúktur sum Hamas-lega.

 

Ísrael sigur, at jagaraflogfør hjá teimum framdu eitt neyvt álop móti eini Hamas-legu, sum var goymd inni í einum UNRWA-skúla, og at fleiri Hamas-terroristar lótu lív í álopinum.

 

IDF, sum er ísraelski herurin, sigur, at Hamas-terroristar, sum vóru aktivir undir álopinum á Ísrael hin 7. oktober í fjør, høvdu tilhald við skúlan.

 

- Fyri álopið tóku vit fleiri stig fyri at avmarka møguleikarnar fyri at raka tey, sum einki høvdu við álopið at gera, skrivar ísraelski herurin á X, fyrrverandi Twitter.