362 dagar til aldar- og ártúsundskiftið

Teir gomlu vóru ikki í iva um aldarskiftið. Ár 1900 var síðsta árið í 19. øld

Hóast kønastu roknilærarar hava sagt okkum, at vit nú eru farin inn í seinasta árið í 20. øld, og harvið eisini seinasta árið í hesum túsundárinum, so hava fólk hildið uppá, at øldin er runnin - og at vit nú eru komin inn í 21. øld. Men soleiðis var lagið ikki fyri 100 árum síðani, tí tá ivaðust tey ikki. Føroyingatíðindi skrivar 4. januar í 1900 undir yvirskriftini:

»Nýggjár« soleiðis: Árið 1899 er úti, og vit ganga nú á seinasta ári í árhundraðinum. Kasta vit eyguni aftur á tað runna árið, so hava vit at minnast ikki so lítið av góðum og glaðum løtum, men tær eru so samansjóðaðar við harm og stríð sum alt verðsligt. Sjálvsagt er, at vit, sum í felag hava sligið okkum saman til at fremja okkara tjóðskap, hyggja aftur um bak og granska eftir, um vit hava vunnið nakað fram ella hava farið aftur í tí árinum, sum svann.


Yrkjarin kvæð á sinni:


»Aftur er runnið árið eitt,

hyggjið nú aftur um bak;

flestir siga, at árið var feitt;

eg sigi, tað var rak

Grindir drupust, ei fiskur treyt

Tó sigi eg, at árið var rak,

málið ei rósar av

Ikki slapp tað undir tak;

enn á gaddi tað svav*.«


Soleiðis vilja vit vist nógtvir siga um árið 1899. Tað hevur kannske verið eitt rakár, málinum viðvíkjandi, men stundin er til at granska, hví árið var so rak. Teir flestu av okkum munnu neyvan hava væntað nakað fitiár í tann máta, og vit eru tí heldur ikki so narraðir. Leggja vit merki til alt tað, sum fyrifórst í tí gamla árinum, so mugu vit siga, at 1899 ikki hevur verið nakað ringt ár. Vit hava í árinum fingið eina sálmabók frá Føringafelag í Kjøbinhavn; eina søgubók hevur landsmaður okkara dr. Jacobsen veitt okkum, og vit gingu av árinum við vón um um at fáa eina bók afturat. Líkaleiðis gingu vit út av árinum við góðum vónum um eitt nýtt almannagagnligt máls frama, eg meini háskúlamálið. Okkara góðu landsmenn Símun Skarð og Rasmus Rasmussen hava jú byrjað háskúla norður í Vági, og tað er gleðiligt at frætta, at hetta málið hevur vunnið størri týdning hjá okkara landsmonnum, enn tað kundi væntast eini slíkari fyritøku av nýggjum. Tí kunnu vit siga: nógv er eftir at ynskja enn , men væl er vunnið. Tað er ikki meiri enn bíligt at takka teimum monnum, sum so treystliga hava tikið fatur í eitt mál og plantað tað í Førjum. Vit mugu tí eisini gera alt, hvat vit eru mentir, til at styðja teir og ynskja alt gott omana yvir teir og sakina.«


Nýggja øldin byrjað 1901

Í aldarinnar fyrstu útgávu av Føringatíðindum, 31. januar 1901 kunngerð blaðið, at nýggj øld er byrjað. Undir yvirskrivtini »Nýggjár« skrivar blaðið:

»Tað gamla árið og tað gamla árhundraði fór til gravar, og eitt nýtt ár er runnið upp og eitt nýtt árhundrað við tí. Ein, sum ansar nakað eftur lívinum, soleiðis sum tað verður ført manna millum, við leggja til merkis, at maður av manni leggur sær eina við, at tríva eftir hvørjari rímuligari og órímuligari grund til at stutleika sær. Ein hevur eisini lagt merki til, at árhundraðskiftið av fjøldini skal brúkast sum eitt makaleyst páskot til at sýna kátheit og lættsinni. Um nú eg ella tú vildi funnið, at árhundraðskiftið, var eitt makaleyst tíðsrum til at lata kátheit og lættsint fjas kvílt eitt bil, og í staðin fyri brúkt stundina til álvara tankar, so verður tú bara vissur í at bæði tú og eg vildi verið hildnir fyri spát. ? Vóru Føringar fyrr bundnir í pátrúgv og sjálvgóðheit, so eru teir nú mest byrjaðir við at fjálga um tað lættsinni og følisleysheit, helst andliga lívinum viðvíkjandi, sum er »moderne« aðrastaðnis í verðini. Slíkt vindur alt meiri og meiri uppá seg. Tað, sum nøkur ár síðani var so ilt, at tað mátti goymast í krókinum, tað verður nú opinbarliga framborið og sett í hásætið av tankaleysum »framburðsmonnum« sum einans hava fyri eyga at framseta »djarvar« meiningar og tankar (óføra ofta tonktar og meintar fyrr) »fyri at gera seg til« av teimum.

»Føringat.«, hevur til mál at fremja og styðja tað gamla, og eisini at f a Føringar til at gange fram í øllum lutum. Vit hava tí ikki til meining, at stongja folk úti fra tí, sum fyriferst í verðini ella at krógva teir fríðu, nýggju tankar, sum setast fram. Tó vil okkara blað sum eitt hvørt menniskja við røttum sinni velja og vraka eftir besta tykki ímillum tað góða og tað skaðiliga »nyggja«, og ikki svølgja alt nýtt, bara fyri skinnið skyld.



200 stórhvalir førdir til landið í 1900

Árið 1900 var eitt sjúkligt ár, skriva Føringatíðindi í 1901. Einans Sørvágssjúkan ger tað merkiligt á tann hátt. Í árinum doyði fleiri merkismenn, sum fyrr eru nevndir í blaðnum.


Fiskiár má árið kallast. Skipsfiskiskapurin var góður, tí prísurin var høgur. Annars var fiskarúgvan ikki so nógv sum teimum góðu árini frammanundan.


Harafturímóti kann árið hvørki roknast fyri fugla- ella seyðaár, men grindaár kann tað kallast. Grind doyði í Vágum, í Vestmanna og »norður í sundi« ? Stórhvalaveiðan var góð. Nærum 200 stórhvalir eru førdir í land í Førjum í árinum.


Óhapp hendi í hesum árinum sum fleiri fyrr bæði á sjógv og landi. Batar fórist og menn fullu, skrivar Føringatíðindi um árið 1900.




Dimmalætting fingið kapping

Føringatíðindi 31. januar 1900 skriva eisini um framgongd, sum hevur verið at merkt.


» Jógvan Poulsens bíblisøga er prentað og útgivin í árinum, og hopast má, at hon verður okkara fólki til frama.«


Vit mugu siga, at tey árini, sum runnin eru síðani hetta blaði kom út fyrsti ferð, hava borið framburð til landið. Frammanundan átti Førjar eitt blað, »Dimmalætting«, og hetta blaði var gamalt av árum, men gekk aleina; eingin trongd var til meiri á tann hátt, fyrr enn »Føringatíðindi« kom út millum manna. Tá kom tann vælsignaði hugurin til at skriva og lesa, og nú hendan greinin verður skrivað, nú eiga Førjar 4 bløð umframt »Dimmalætting« og »Føringatíðindi« og tvær prentusmiðar. At

»Føringatíðindi« eigur ærina fyri hendan stóra framburð er eyðvitið og erkennt av øllum, skrivar blaðið á forsíðuni um árið, sum fór 31. januar 1900. Blaðstýrari á Føringatíðindum um hetta mundið er R. Effersø. Men hann er eftir øllum at døma sjúkur, tí nevnt verður í blaðnum, at blaðnevndin

greiður blaðið, meðan R. Effersø er sjúkur.


Transvaalbardagin stóran áhuga

Umframt alt tað føroyska tilfarið, so viðgerða Føringatíðindi eisini uttanlandstilfar. Tað, sum um hetta mundi hevur serligan áhuga er Boarakríggið í Suðurafrika. 4. januar í 1899 skrivar blaðið:


»Sum áður er greitt frá herjaði 28. nov. ein eingilskur herførari - Methuen er hann nevndur - , við sínum liði á Boarnar, sum royndu at forða honum at sleppa norð um ánna, ið nevnist Modder River. Bardagin vardi allan dagin við miklum mannafalli. Eingilsk bløð siga, at Boarnir har

høvdu 11.000 menn ? týsk bløð siga, at teir vóru ikki meir enn 3.000, og at Eingilskmenn har mistu meir enn 1.000 ?. Hendan dagin líka sum dagarnar frammanundan, 25. - 27., sigir Methuen seg hava haft góða framgongd, tó at mannafallið var stórt.

Jú, teir gomlu fygldu væl við