37 ross meldað til kappríðing á ólavsøku

37 ross eru meldað til kappríðingina ólavsøkudag, og tað er fleiri, enn tað hevur verið í nógv ár.

Føroya Ríðingarfelag sigur, at kappast verður í seks greinum: tølt, skeið, trav, tvíspor ung, tvíspor ll flokkur og tvíspor l flokkur. Onkrar tillagingar eru gjørdar innan greinarnar í ár. Millum annað eru summar greinar styttar úr 500 metrum niður í 250 metrar, og Ríðingarfelagið heldur, at hetta hevur givið úrslit, tí fleiri ross eru meldað til ár enn undanfarin ár. Hallur Hansen, formaður í Føroya Ríðingarfelag, fegnast um góðu luttøkuna í ár

Kappríðingin á ólavsøku varð hildin fyrstu ferð í 1921. Fyrstu árini varð hon hildin við Sundsvegin, síðani við Velbastaðvegin, áðrenn hon í 1970 flutti niðan í Marknagil.