378 pedagogar av Læraraskúlanum

Í sambandi við, at 26 pedagogar fríggjadagin vórðu útskrivaðir av Læraraskúlanum, varð upplýst, at samlaða talið á pedagogum, sum hava lokið prógv á Frælsinum, er 378 - 336 konufólk og 42 mannfólk. Seinnapartin fríggjadagin var samkoma á Føroya Læraraskúla í sambandi við, at 26 pedagogar høvdu lokið útbúgvingina og fingu handað prógv.

Á samkomuni varð upplýst, at hetta var síðsta ferðin, at pedagogar tóku prógv sambært útbúgvingarskipanini soleiðis, sum hon hevur verið, síðani farið varð undir pedagogútbúgving í Føroyum í 1986.

Fyrstu pedagogarnir við útbúgving á Læraraskúlanum tóku prógv í 1990. Fríggjadagin vórðu pedagogprógv handað á Frælsinum fyri 22. ferð. 26 fingu prógv hesa ferð ? 24 konufólk og tvey mannfólk.

Samlaða talið á pedagogum, sum hava lokið prógv á Læraraskúlanum, er nú komið upp á 378. Kynsbýtið millum teir 378 pedagogarnar, sum síðani 1990 eru útskrivaðir, er 42 mannfólkfólk og 336 konufólk.

Pedagogarnir, sum vórðu útskrivaðir av Føroya Læraraskúla fríggjadagin 4. februar 2011:

Aftast frá vinstru: Sonja Olsen, Fríða Petersen, Rúna Gaardbo Petersen, Eiler Sørensen, Tórfríð Tavsen, Laila Æðustein Thomsen, Kári Troest.

Í miðjuni frá vinstru: Anja Jacobsen, Elisa Hjørdis Joen-Jacobsen, Kaja Joensen, Jannet Johannesen, Joan Evi Johannesen, Ingun Johansen, Sunrid Lamhauge, Aðalbjørg Linklett, Kristrunn Nicodemussen.

Fremst frá vinstru: Elly Katrine Andersen, Nicolina Bára Andersen, Birita Arge, Tinna Dahl, Rúna Skoubo Dalsgaard, Poula Skorheim Guttesen, Sigga Guttesen,Jónleyg E. J. Hansen, Emily Hansen, Sóley Hansen