4. finalan: Ystad-Sävehof beinleiðis á SVT 2 klokkan 17

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof kunnu tryggja sær meistaraheitið við sigri á Ystad

Seinnapartin klokkan 17 spæla Óla Mittún og liðfelagarnir í Sävehof fjórðu - og møguliga avgerandi - finaluna móti Ystad. Hesaferð á útivølli í Ystad.

 

Spælt verður best av fimm dystum, og í løtuni er Sävehof á odda 2-1 í finaluuppgerðini.

 

Vinnur Sävehof eru teir svenskir meistarar. Vinnur Ystad verður fimta og avgerandi finalan leikt í Partille í ovurmorgin klokkan 17. 

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar fáa høvið at fylgja væntandi sera spennandi gongdini millum Ystad og Sävehof.

 

Sjónvarpsrásin, SVT 2 vísir dystin. Sendingin byrjar klokkan 16.55. 

 

SVT 2 er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum, og hon er partur av øllum fýra pakkunum hjá Televarpinum.