4 prosent omaná eftir hálvum ári

Príssamanbering: Sama innkeyp er 14,60 kr. dýrari í dag enn í januar. Hetta er ein vøkstur á 4,08 prosent.

Sosialurin hevur samanborið eitt innkeyp, sum vit gjørdu 15. januar í ár, við prísin á somu vørum í dag. Í januar skrivaðu vit um, at tað er hundadýrt í Føroyum og samanbóru prísin í Danmark og í Føroyum. Hesaferð hava vit samanborið føroysku prísirnir tá, við prísin í dag. Ikki óvæntað er kostnaðurin hækkaður, nevniliga við 4 prosentum bara hetta seinasta hálva árið. Sigarettirnar seta

seg fyri ein góðan part av vøkstrinum, men eisini vanligar matvørur eru hækkaðar nógv. Okkara innkeyp samsvarar eisini við hækkingina í brúkaraprístalinum seinastu ársfjórðingarnar, og prógva bara, at tað er vorðið dýrari at vera føroyingur.

 

Príssamanbering av somu vørum í dag og fyri einum hálvum ári síðani.

Handil: FK í Hoyvík 15.Jan.2008 15.Juli 2008

1/1 óskorið rugbrey á 1 kg. Tá: 27,50 – nú: 27,50

1/1 groft rugbreyð á 500 g. Omega. Tá: 28,50 – nú: 29,75

1/1 vanligt fransbreyð. Tá: 18,00 – nú: 19,25

1 l.av søt-mjólk. Tá: 10,50 – nú: 11,25

¼ l.av pískiróma. Tá: 10,25 – nú: 11,15

2 kg.av eplum. Tá: 24,95 – nú: 19,95

1 kg.av sukuri. Tá: 7,95 – nú: 8,95

1 pk.av farin. Tá: 13,95 – nú: 9,95

1 Buko smyrjiostur v.rækjum. Tá: 19,95 – nú: 19,95

8 fruktir. Tá: 20,00 – nú: 24,00

Malið oksakjøt pr.kg.uml.10 %feitt. Tá: 57,50 – nú: 59,95

275 g. Taffel chips. Tá: 29,95 – nú: 29,95

20 Prince. Tá: 43,00 – nú: 48,00

250 g. Kærgaarden. Tá: 13,95 – nú: 15,95

1 kg. av leyki. Tá: 11,95 – nú: 14,95

Ota Solgryn 950 g. Tá. 19,95 – nú: 21,95

Tilsamans tá:357,85 – nú: 372,45 ella 14,60 dýrari í dag.

 

Sosialurin innheintaði prísirnar 15. jan .2008 og 15. juli 2008