USA hevur formliga tikið ímóti einum marglætisflogfari sum gávu frá kongsfamiljuni í Katar.
Gávuna hevur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, tikið ímóti, skrivar tíðindastovan AFP.
Tosað hevur verið um, at flogfarið skal avloysa núverandi forsetaflogfarið, Air Force One.
Flogfarið hjá katarsku kongsfamiljuni er eitt Boeing 747-8, sum sambært ABC News eisini verður kallað eitt "flúgvandi palass".
Tað hevur eitt virði á 400 milliónir dollarar, sum svarar til góðar 2,6 milliardir krónur.
The New York Times hevur áður lýst flogfarið sum møguliga størstu útlendsku gávuna, sum ein amerikansk stjórn nakrantíð hevur fingið.
Amerikanska grundlógin bannar forsetum at taka ímóti gávum frá øðrum ríkisleiðarum ella fremmandum londum.
##med2##
Men ónevndar keldur, sum ABC News hevur tosað við, hava sagt, at Hvítu Húsini meta, at tey hava tryggjað, at tað ikki stríðir ímóti reglunum.
Gávan hevur fingið fleiri at ógvast, men Trump heldur fast um, at tað eru ongar etiskar tvístøður knýttar at at taka ímóti henni.
Forsetin hevur enntá sagt, at tað hevði verið býtt ikki at gjørt tað.
- Eg fari ongantíð at vera ein, sum sýtir slíkum tilboðum, segði hann í síðstu viku, tá hann varð spurdur um gávuna frá pressuni í Hvítu Húsunum.
Harumframt hava eisini verið trygdarmál í sambandi við at brúka eitt flogfar frá einum fremmandum valdi sum forsetaflogfar, tí tað kann møguliga vera ein vandi fyri viðkvæmum upplýsingum.
Ætlanin er, at flogfarið skal brúkast av Trump í sínum almenna høpi, so leingi hann er forseti.
Í dag verða tvey Boeing VC-25A flogfør brúkt til at flúgva forsetan kring heimin.
Talan er um tvey umbygd Boeing 747 flogfør, sum hava verið í nýtslu síðani 1990 og eru um at verða skift út.
/Ritzau/