4. umfar í Vodafonedeildini

HB-Víkingur 2-1 (1-1)

Dómari: Lars Múller

1-0: Fróði Benjaminsen 15.

1-1: Hans Jørgen Djurhuus 30.

2-1: Milan Kulic 48.

 

1-0: Fróði Benjaminsen eftir at Andrew av Fløtum hevði saksað aftur um seg og inn í málteigin, tá ið eitt korter var farið.

1-1: Hans Jørgen Djurhuus stút eftir hálvan tíma.

Ungu menninir, Hjartvard Hansen og Finnur Justinussen uppspæl í høgru.

2-1: Tríggir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið Milan Kulic eftir frísparksinnlegg úr høgru frá Rasmusi Nolsøe setti bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.

Víkingur royndi síðstu løtuna at trýsta fyri at javna, men tað eydnaðist ikki.

 

EB/Streymur-NSÍ 3-4 (0-1)

Dómari: Páll Augustinussen

0-1: Karoly Potemkin 43.

1-1: Brian Olsen 53.

1-2: Karoly Potemkin 55.

2-2: Bárður Olsen 67.

2-3: Einar Hansen 84.

3-3: Sorin Anghel 86.

3-4: Karoly Potemkin 90.

 

EB/Streymur: Gunnar á Steig - Santos, Egil á Bø (Pætur Dam Jacobsen, 83.), Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Levi Hanssen, Bárður Olsen, Brian Olsen (Gudmund Nielsen, 64.), Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen (Dánjal P. Davidsen, 87.) - Arnbjørn Hansen

NSÍ: Meinhard Joensen - Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Høgni Madsen, Jan Ingi Petersen (Jann Martin Mortensen, 88.), Hjalgrim Elttør - Karoly Potemkin (Øssur Dalbúð, 90.)

Gult kort: Karoly Potemkin

 

0-1 í 43. minutti. Bogi Løkin horna úr vinstru, og Karoly Potemkin var púra leysur, tá ið hann stútaði í málið.

1-1: Heimaliðið hevur lotið undan, og eftir at NSÍ verjan hevur roynt at fáa bóltin burtur, er tað miðvallarin Brian Olsen, sum eitt sindur úr høgru við hegnisligum skoti potar bóltin framvið NSÍ málverjanum.

1-2: Lítla løtu seinni svarar NSÍ aftur. Málskjútti er aftur Karoly Potemkin, sum skorar við høvdinum eftir gott innlegg úr vinstru frá Jan Inga Petersen.

2-2: Tað er lívligt í Streymnesi, har heimaliðið nú hevur lotið undan. Útjavnandi málið skorar Bárður Olsen við rimmar frísparki úr 33 metrum.

Ein minutt seinni sneiðir Bogi Løkin hjá NSÍ seg úr vinstru og ígjøgnum heimaverjuna. Dómarin bríkslar fyri brotssparki. Liðformaðurin Óli Hansen roynir seg úr ellivu metrum, men Gunnar á Steig bjargar. Gunnar er í EB/Streyma málinum, tí René Tórgarð í vikuni varð skaddur undir venjing.

83.: Tá ið Egil á Bø er noyddur at fara av vøllinum, verður Pætur Dam Jacobsen skiftur inn á miðvøllin, meðan Sorin Anghel verður fluttur aftur í miðverjuna.

86: Einar Hansen sendir fríspark úr 23 metrum og beinleiðis í málið.

88: Sorin Anghel stýrir við høvdinum bóltin í málið, eftir at Bárður Olsen hevur lagt fríspark í brotsteigin.

Dómarin hevur lagt fimm minuttir afturat. Tá ið tveir minuttir av eykatíðini eru farnir, setir Karoly Potemkin bóltin í netið. Hjalgrím Elttør er arkitektur eftir fínt álop í vinstru, og tað er hann, sum leggur bóltin fyri føturnar á toppskjúttanum.

Liðugt!

 

KÍ-AB 0-1 (0-0)

Dómari: Dagfinn Olsen

0-1: Rasmus Nielsen 65.

 

Einki mál eftir 35 minuttir.

Eftir steðgin hevur KÍ sett trýst á AB málið, men tað hevur ikki eydnast at fáa mál.

Í skjótum mótálopi eftir ein tíma hevði Rasmus Nielsen fínan møguleika, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga.

0-1: Eftir stórt KÍ trýst hevur AB lagt seg á odda. Nikolai Eriksen breyt ígjøgnum, og Rasmus Nielsen umsetti flata innleggið til AB mál.

 

 

07 Vestur-B36 4-2 (2-2)

Dómari: Ransin Djurhuus

1-0: Hans Arni Ellefsen 3.

1-1: Sam Mansom 35.

1-2: Johan Ellingsgaard 40.

2-2: Milan Pejcic 45.

3-2: Jens Erik Rasmussen 86.

4-2: Jens Erik Rasmussen br 90.

 

1-0: Hans Arni Ellefsen eftir tríggjar minuttir.

1-1: Sam Mansom eftir 35 minuttir

1-2: Eftir skotroynd og retur Jóhan Ellingsgaard 40.

2-2: Dygst undan steðginum javnaði miðvallarin Milan Pejcic, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi í málið.

3-2: Jens Erik Rasmussen sendir fríspark beinleiðis í málið.

Botnliðið undan hesum umfarinum, 07 Vestur, hevur vunnið 4-2 á toppliðnum B36. Harvið hevur 07 Vestur vunnið síni fyrstu stig í Vodafonedeildini.

 

 

ÍF-B68 3-2 (1-1)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Høgni Zachariasen 8.

1-1: Jóan Símun Edmundsson 25.

2-1: Frank Poulsen 51.

3-1: Andy Olsen 59.

3-2: Keita 90.

 

1-0: Høgni Zachariasen stút í 8. minutti, eftir at fríspark varð lagt afturum B68 verjuna.

1-1: Jóan Símun Edmundsson eftir 25 minuttir. Upp í nettakið við nærra stólpa, eftir at horna varð sent innfyri úr høgru.

2-1: Miðvallarin Frank Poulsen langar til úr 23 metrum.

3-1: Tað sær út til, at ÍF er á veg upp á stigatalvuna. Eftir langt útspark frá ÍF málverjanum, Andras Gango, verður Andy Olsen leysur við B68 málverjanum, og Andy megnar hegnisliga at lyfta bóltin upp um Vlada Filipovic.

Í síðstu løtu setti Keita bóltin í ÍF málið, men ÍF hevur vunnið 3-2, og harvið hava fuglfirðingar vunnið síni fyrstu stig í ár.