40 ár eftir Tjernobyl óttast Ukraina russisk álop á kjarnorkuverk

Tað eru 40 ár síðani, at ein reaktorur í Tjernobyl brast, og sendi skýggj av geislavirknari geisling yvir Evropa.

Longu í gjárkvøldið markeraðu ukrainarar vanlukkuna í Tsjernobyl í býnum Slavutych undan 40 ára degnum fyri kjarnorkuniðurbræðingina, sum er í dag. - Mynd: Valentyn Ógirenko

Ukraina minnist í dag 40 ára dagin fyri kjarnorkuvanlukkuna í Tsjernobyl, meðan landið óttast fyri, at meira enn fýra ára langa kríggið í Russlandi kann elva til, at størsta kjarnorkuvanlukkan í søguni endurtekur seg.

 

Ukrainska stjórnin hevur upplýst, at Russland fleiri ferðir hevur sent rakettir og dronur á leið tætt við kjarnorkuvirkið at leypa á ukrainskar býir.

 

Minningarhaldið um vanlukkuna hevur fingið nýggjan týdning undir innrásini hjá Russlandi í minna grannalandið.

 

Millum annað langaði uttanríkisráðið í Ukraina út ímóti Russlandi í eini fráboðan fyrr í vikuni.

 

– Vanlukkan í Tjernobyl var úrslit av eini reaktorroynd, sum Russland skipaði fyri í stríð við trygdarmannagongdir, og aftaná varð logið og kávað útyvir.

 

– Í dag skal heimurin møta avleiðingunum av einari totaliterari skipan, sum vanvirdi sannleika og vísindi til fyrimuns fyri hugmyndafrøði og politiskt vald, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Tað var í 1986, at reaktorurin nummar fýra í Tsjernobyl bráðnaði niður sum úrslit av menniskjaligum feilum og broytti heimssøguna.

 

Tá var Ukraina partur av Sovjetsamveldinum, sum sambært Reuters aktivt royndi at fjala umfangið av vanlukkuni, sum sendi skýggj av geislavirknum tilfari um stórar partar av Evropa.

 

Fólkið í økinum kring Tjernobyl í núverandi Ukraina og í grannalondum sum Hvítarusslandi livir enn í ótta fyri eftirvirkninginum.

 

Sambært Reuters doyðu 31 sløkkiliðsfólk og arbeiðsfólk á virkinum beint eftir vanlukkuna - helst av akuttari geislasjúku.

 

Túsundtals síðani fallin fyri geislavirknum sjúkum sum krabbameini, hóast samlaða talið av deyðum og langtíðar heilsuavleiðingarnar framvegis eru evni fyri drúgvum kjaki.

 

Ukraina hevur fleiri ferðir ákært Russland fyri at hava lopið á kjarnorkuvirkið, síðani Russland fór undir sína fullfíggjaðu innrás í 2022.

 

Í fjør segði Ukraina, at russar framdu eitt álop, sum gjøgnumborai ytru skelina, sum kallast NSC, sum varð gjørd í 2016 fyri at inniloka leivdirnar av reaktor nummar fýra.

 

Í nýggjari frágreiðing ávarar umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace um, at tað ikki hevur eydnast at endurreisa NSC-funktiónina "til fulnar", skrivar AFP.

 

– Hetta økir um vandan fyri, at geislavirkni verður latið út í umhvørvið, serliga um innanhýsis verjan hoknar, sigur Greenpeace.

 

/Ritzau/

 

Longu í gjárkvøldið markeraðu ukrainarar vanlukkuna í Tsjernobyl í býnum Slavutych undan 40 ára degnum fyri kjarnorkuniðurbræðingina, sum er í dag. - Mynd: Valentyn Ógirenko