Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu høvdu fólk møguleika at vitja í Eysturoyartunlinum. Skipað var fyri tveimum konsertum, sum báðar vórðu útseldar.
Fríggjakvøldið 24. apríl koyrdu bussar úr Runavík niður í tunnilin. Farið varð inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin, og umframt at sleppa at hyggja at rúminum, fingu áhoyrararnir eina forkunnuga framførslu við Herfinni Árnafjall, operasangara, og Hans Petur í Brekkunum, sum spældi á saxofon.
Síðani fingu áhoyrararnir kunning um pumpubrunnin og trygdina í Eysturoyartunnlinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















