40 fólk arbeiða saltfisk og flakaskera á Delta Seafood

Hvalbiartrolarin, Steintór, landaði 200.000 pund til Delta Seafood á Tvøroyri týsdagin

Árið í fjør var tað besta higartil hjá Delta Seafood á Tvøroyri í nøgd. Virkið tók ímóti 4.000 tonsum av ráfiski. Av hesum fóru umleið 2/3 til saltingar og 1/3 av landinum sum fesk fløk.
40 fólk eru í starvi á virkinum, sum byrjaði í 1995 og hevur virkað síðan. Flestu arbeiðsfólkini eru av Tvøroyri, men nøkur eru eisini úr Hvalba. Sum skilst, arbeiddu hvalbingar á virkinum á Tvøroyri, áðrenn virkið har norðuri læt aftur fyrr í heyst.
Keypa mest beinleiðis
Á Delta Seafood siga tey, at meginparturin av ráfiskinum, sum virkið keypir, verður keyptur beinleiðis frá skipunum.
- Hvalbiartrolarin, Steintór, landar ofta her hjá okkum, og tað gera hinir trolararnir, Niels Pauli, Mýlingur og Brestir, eisini. Somuleiðis keypa vit fisk frá trolarunum her á Tvøroyri.
Á Delta Seafood eru tey væl nøgd við samstarvið, tey hava við Fiskavirking á Tvøroyri. Hetta byggir í høvuðsheitum á, at virkið hjá Fiskavirking, sum serliga virkar ráfiskin til flak, keypir tann smærra fiskin, meðan Delta Seafood, sum hevur lagt seg eftir at virka saltfisk og fesk fløk, keypir tann stóra fiskin.Virkið sendir fesk fløk av landinum alt árið ? og alt eftir, hvussu marknaðurin fyri feskum fløkum er.
Steintór 200.000 pund
Týsdagin var Steintór á Tvøroyri við umleið 200.000 pundum, sum Delta Seafood hevur keypt.
Sagt verður, at trolarin hevur roynt sunnanfyri. Meginparturin av veiðini er miðalgóður upsi.
Stjóri á Delta Seafood er Magnus Jespersen.