40 ár á Fiskirannsóknarstovuni

Arnold K. Henriksen hevur 1. apríl starvast í 40 ár á Fiskirannsóknarstovuni.

Í hesum tíðarskeiði hevur hann luttikið í at kalla øllum tættum innan fiskiroyndir og fiskifrøði og hevur verið nógv við fiskirannsóknarskipunum Jens Chr. Svabo og Magnus Heinason.

Hann var t.d. við, tá trolingin á landleiðini byrjaði við Jens Chr. Svabo og øðrum skipum, hann var við, tá royndirnar at fiska laks við línu byrjaðu undir Føroyum, hann var við til fyrstu royndirnar við rúsum eftir hummara undir Føroyum, hann var eisini við til at kanna gýtingarøkið hjá kalva norður av Føroyabanka og mangt, mangt annað.

Hann hevur umframt øll árini havt álitisuppgávuna at greina aldurin á fiski úr nytrum og roðslum. Í arbeiðinum hevur hansara partur ongantíð ligið eftir

Áðrenn hann kom í starv á Fiskirannsóknarstvuni, sigldi hann við ymsum skipum, m.a. við Ternuni sum 14 ára gamal, við skúlaskipinum Danmark, danska fiskirannsóknarskipinum Dana, Tjaldrinum og DR. Aleksandrinu.

Vert er at nevna, at í ár eru tað 50 ár síðan, hann var við Danu, tá hon leitaði eftir sildayngli við Føroyar við m.a. Jákup Sverra Joensen sum kanningarleiðara.

Arnold er havnarmaður, sonur Elisabeth og Palla Henriksen úr Havn. Hann var giftur við Jonleyg Dalbú úr Fuglafirði, sum doyði í 1995. Børnini eru Ann, Palli og Bogi.

Í sambandi við dagin verður almenn móttøka á Fiskirannsóknarstovuni 1. apríl frá kl. 15-17.