Tá hesir næmingarnir vóru lidnir við fyrsta flokk í Brúna skúla, gingu teir í øðrum flokki í Gula skúla. Síðan fóru teir í triðja flokk á Venjingarskúlanum, tá hesin var spildurnýggjur.
Brúni skúli er tann skúlin, sum er í Fr. Petersensgøtu við síðuna av Dr. Ingridar Barnagarði, og Guli skúli er millum J. Patursonargøtu og Landavegin, tætt við Restorffs Bryggjarí.
Hetta var um somu tíð, sum Shellstøðin á Frælsinum varð tikin í brúk og ein av stóru upplivingunum hjá næmingunum var at síggja bilar verða vaskaðir í vaskimaskinuni, sum var tann fysta av sínum slagi í landinum. Tá høvdu næmingarnir t.d. ikki loyvi at fara út úr skúlagarðinum at keypa í kioskini á Shellstøðini í fríkorterinum.
Fyrireikarnir siga, at teir eru væl nøgdir við hetta tiltakið. Uppmøtingin var sera góð. Tey hugnaðu sær veruliga saman, og vónaðu at tey kundu møtast aftur um nøkur ár.
Tey sum byrjaðu í fyrsta flokki: Gorm Niclasen, Emil Sólsker, Jákup Egil Jensen, Martin Mouritsen, Andrias Mouritsen, Frida Nolsøe, Johanna Heinesen, Jónleyg Joensen, Debus Petersen, Heðin Jacobsen, Marin Johannesen, Magnus Petersen (deyður), Herman Dam, Suni Jacobsen, Einar Dahl Michelsen, Bjørg Nielsen, Nancy Split, Súsanna Joensen, Ruth Sundstein, Kristianna Mohr, Ethel Mortensen, Terji Dam, Eyðgerð Askildsen, Brandur Petersen, Halgerð Vang, Karin Midjord og Josa Reinert
Fjøruti ár seinni: Aftara rað f.v.: Jónleyg á Lava (Joensen), Tórshavn, Debus Petersen, Tórshavn, Marin Rasmussen (Johannesen), Tórshavn, Heðin Jacobsen, Olso, Herman Dam, Argir, Suni Jacobsen, Tórshavn, Bjørg Øssursdóttir, Tórshavn, Súsanna Olsen (Joensen), Århus, Ruth Sundstein, Holbæk, Nancy Splidt Jacobsen, Argir, Kristianna Mohr, Tórshavn, Terji Dam, Hoyvík, Ethel Christiansen (Mortensen), Tórshavn, og Eyðgerð Skýlindal (Askildsen) Tórshavn.
Fremra rað f.v.: Brandur Petersen, Klaksvík, Gorm Niclasen, Hoyvík, Emil Sólsker, Eiði, Jákup Egil Jensen, Hoyvík, Martin Mouritsen, Herlev, Andrias Mouritsen, Argir, Frida Nolsøe, Nørager, Johanna Heinesen, Tórshavn, og Halgerð Vang, Hirtshals. Einar Dahl Michelsen vantar á myndini.