40 ár við enskum fótbólti

Ígjár vóru liðin júst 40 ár síðani, at skandinavnar sluppu at síggja beinleiðis fótbólt í sjónvarpinum. Norðmenn gjørdu nógv burturúr degnum

Fótbóltur

Ígjár var ein serligur merkisdagur hjá teimum mongu, sum fylgja enskum fótbólti í Noregi, Svøríki og Danmark.
29. november í 1969 sluppu skandinavar fyri fyrstu ferð at síggja enskan fótbólt beinleiðis í sjónvarpinum. Fyrstu árini vóru bert dystir frá Midlands-økinum í Onglandi vístir í Noregi, Danmark og Svøríki. So heimaliðini, sum fólk sóu í sjónvarpinum tey fyrstu árini, vóru lið sum Wolverhampton, Birmingham, Stoke, West Bromwich og Aston Villa.
Av somu grund eru tað eisini fleiri fólk, sum eru millum 50 og 70 ár, sum halda við liðunum frá The Midlands. Fyrstu dysturin, sum var vístur beinleiðis í Skandinavia var dysturin millum Wolverhampton og Sunderland. Tøknin sveik ta fyrstu løtuna, og ikki fyrr enn eitt korter var farið, var klárt at senda beinleiðis frá Molineux Ground í Wolverhampton. Bert nøkur fá sekundir aftaná, at mynd og ljóð kom ígjøgnum skoraði Hugh Curran fyri Wolverhampton. Málið gjørdist tað einasta í dystinum, og tað fyrsta málið frá ensku liguni, sum var víst beinleiðis í skandinaviskum sjónvarpi. NRK gjørdi nógv burturúr 40-ára degnum, og í meir enn tveir tímar róðu norðmenn.

Monopol
Tey trý skandinavisku londini høvdu øll sjónvarpsmonopol í 1969, og áðrenn enski fótbólturin kom á breddan var ógvuliga langt ímillum, at fólk sóu ein beinleiðis fótbóltsdyst. Gjøgnum eitt vanligt ár, var tað bara FA Cup finalan, onkrir hendinga landsdystir, og nakrir beinleiðis dystir, um eitt HM-endaspæl var á breddanum.
Men longu áðrenn, NRK, SVT og DR fóru at senda dystir beinleiðis frá ensku liguni, var áhugin fyri enskum fótbólti stórur. Almennu veddingartænasturnar í teimum trimum skandinavisku londunum, høvdu allar enskar dystir á veddingarseðlunum, og høvdu havt tað síðani 1940-árini. Og tí var tað í grundini ikki so løgið, at beinleiðis fótbóltssjónvarpingin fekk so risastóra undirtøku millum sjónvarpshyggjarnar í teimum trimum brøðratjóðunum. Enskur fótbóltu bleiv eisini nógv debateraður á arbeiðsplássum og skúlum mánamorgnar.

Svenskt hugskot
Tað var svenskarin, Lars-Gunnar Björklund, sum fekk hugskotið um, at tey trý skandinavisku sjónvarpsmonopolini áttu at standa saman um at fáa enskan fótbólt inn í stovurnar hjá fólki. Lars-Gunnar Björklund var í arbeiðsørindum fyri svenska sjónvarpi í Onglandi, fyri at gera eina sending um revaveiðu.
Men revaveiðan var av ongum, orsaka av munn- og kleyvasótt. Fyri at hava okkurt at fara til, so fór Björklund til ein dyst millum Tottenham og Chelsea. Og tá fekk hann hugskotið um at senda fótbólt ta tíðina av árinum, meðan svenska kappingin lá still. Björklund var tá ítróttarleiðari fyri Sveriges Radio og Sveriges Television í Göteborg, og hann setti seg beinavegin í samband við sínar starvsfelagar í Noregi og Danmark, um at keypa rættindini til dystirnar saman.
Úrslitið gjørdist, at tær tríggjar almennu skandinavisku sjónvarpsrásirnar fingu ein felags sáttmála, sum ljóðaði uppá 1.500 amerikanskar dollarar fyri hvønn dystin. Í øllum trimum londunum komu tær almennu veddingarfyritøkurnar eisini á vøllin. Somu dystir komu at standa á veddingarseðlunum, og syrgt var fyri, at tað ljóðaði eitt “pling”, tá ein støða frá einum øðrum dysti kom ovast á sjónvarpsskíggjan.

Víst í Føroyum
Í Føroyum vóru tað fleiri fótbóltsfeløg, sum útvegaðu sær eitt sjónvarp, og ein sjónbandsspælara, fyri at kunna sleppa at síggja dystir, sum føroyingar niðri í Danmark høvdu tikið upp, fyri síðani at senda sjónbandið heim.
Vanligt var mánadagar at hoyra kunngerðir í Útvarp Føroya, har feløgini bjóðaðu fólki at koma til felagshúsið fyri at síggja ein dyst úr ensku liguni, sum hevði verið tveir dagar frammanundan. Hendan siðvenjan helt sær til 1980, tá Sjónvarpsfelagið fór at vísa danska “Tipslørdag” við einari viku seinking. Miðskeiðis í 1980-unum byrjaði Sjónvarp Føroya at samsenda enska dystin við NRK, men miðskeiðis í 1990-unum var tað vorðið ov dýrt at senda dystir frá bestu ensku deildini, og ensku dystirnir endaðu í hondunum hjá teimum kommersielu sjónvarpsrásunum.
Og sum áhugin er fyri enskum fótbólti, so fara føroyingar og aðrir norðurlendingar at hyggja nógv eftir enskum fótbólti tey næstu 40 árini eisini, um enn tað verður meira gjøgnum internetið, enn gjøgnum vanligt sjónvarp.