40 stjørnur í Sjónleikarhúsinum

Um vikuskiftið hava fólk høvi at leita sær eini 40 ár aftur í tíðina. Talan er um tiltakið Afturhvarv?98, har meira enn 40 kendar føroyskar tónleikastjørnur úr 50-60?unum fara skyggja

John Johannessen


Talan er um trý kvøld, har møguleiki er at njóta góðan gamlan tónleik. Hesi kvøldini fara allir teir kendastu tónleikabólkarnir frá 60'árunum at framføra tann tónleikin, ið var best umtóktur í Føroyum tá. Hesin tónleikur er, hóast hann nú næstan er vorðin eldri, tó ikki heilt gloymdur. Tað hendir nevniliga meira enn so, at vit hoyra hendan tónleikin í útvarpinum. Men tó er tað ikki ofta, at fólk fáa høvi at hoyra hann framførdan á palli.

Vit hava frætt, at undirtøkan fyri tiltakinum er avbera góð. Fyrireikarnir hava longu selt hópin av atgongumerkjum, og roknað verður við, at húsið verður fult. So tey, ið ætla sær til hetta tiltak, tey skulu helst ikki vera sein á sjóvarfallinum.