404 nýggir smittutilburðir í Noregi

Hetta er størsta smittutal í eitt samdøgur síðan hin 27. mai í ár.

 

 

Tað gongur ikki nóg væl at halda koronu-smittuni niðri, hvørki í Føroyum, ei heldur í okkara grannalondum, Íslandi, Noreg og Danmark.

 

Í Noreg hava tey nú um midnáttarleitið kunngjørt nýggjastu smittutølini, og yvirlitið vísir, at talið av staðfestum smittaðum í landinum seinasta samdøgnið er 404.

 

Hetta er samstundis størsta smittutal í Noregi í eitt samdøgur síðan hin 27. mai í ár, tá talið var 499. 404 tilburðir er 153 hægri enn miðal seinastu sjey dagarnar, sum er 251.

 

Soleiðis hevur Noreg veksandi smittu, og her er smittan í løtuni veksandi í tilsamans 31 kommunum.

 

Í Noregi eru 25 fólk innløgd á sjúkrahúsum við koronu og talið av deyðum, sum vóru fongd við koronu, er tilsamans 799, síðan farsóttin tók seg upp.