Nýggja PISA-frágreiðingin vísir eina álvarsama afturgongd í lesiførleikanum hjá føroyskum næmingum.
Føroysku næmingarnir fingu í miðal 428 PISA-stig í lesing. Tað eru 19 stig færri enn í 2022, og afturgongdin er størri enn í OECD-londunum undir einum.
Heili 42 prosent av føroysku næmingunum eru nú undir tí stigi, sum verður nevnt virkisført lesføri. Minni enn 30 prosent eru miðalgóðir lesarar ella betri.
Samanborið við 2022 eru tíggju prosentstig fleiri næmingar komnir í bólkin, sum ikki hevur virkisført lesføri.
– Ábendingar eru um, at tað serliga eru dreingirnir, sum hava havt stórt afturstig í lesing, stendur í frágreiðingini.
PISA-úrslitini eru samanborin við fráfaringarroyndir, landsroyndir og kanningar av lesivanum. Sambært frágreiðingini siga allar royndirnar og kanningarnar somu søgu.
Lítil bati í øðrum lærugreinum
Í støddfrøði og náttúruvísindum er gongdin eitt sindur frægari.
Í støddfrøði fingu føroysku næmingarnir 452 stig. Tað eru seks stig fleiri enn í 2022. Hækkingin er tó ikki hagfrøðiliga serlig, og úrslitið er framvegis 39 stig lægri enn í 2018, tá Føroyar fingu sítt besta úrslit higartil.
Í náttúruvísindum fingu føroysku næmingarnir 451 stig. Tað eru fýra stig fleiri enn í 2022. Meðan nógv lond høvdu afturgongd, varðveittu Føroyar sostatt støðið og høvdu enntá eina lítla framgongd.
Føroyar eru kortini framvegis munandi aftan fyri flestu Norðurlond í náttúruvísindum. Bara Ísland er á sama lága stigi sum Føroyar.
Ov nógv í botninum – ov fá í toppinum
Ein gjøgnumgangandi trupulleiki er, at stórir bólkar av føroyskum næmingum ikki røkka grundleggjandi førleikastigi.
Í bæði støddfrøði og náttúruvísindum er umleið triði hvør næmingur undir stigi 2. OECD metir stig 2 vera grundleggjandi minstamarkið fyri teir førleikar, sum krevjast fyri at kunna taka virknan lut í nútíðarsamfelagnum.
Samstundis eru lutfalsliga fáir føroyskir næmingar millum teir bestu.
Munurin millum Føroyar og OECD er ikki so stórur millum næmingarnar við teimum lægstu úrslitunum. Hinvegin er munurin nógv størri millum næmingarnar, sum standa seg best.
Høvuðsniðurstøðan er tí, at føroyskir næmingar hava staðið í stað ella tikið seg eitt vet fram í støddfrøði og náttúruvísindum, men lesiførleikin er fallin nógv. Alt ov nógvir næmingar røkka ikki grundleggjandi førleikastigi, og ov fáir røkka teimum hægstu stigunum.
Vilja hava felags lesiátak
Frágreiðingin mælir til, at lesing og lesimenning gerast eitt felags fakligt og granskingarligt átaksøki í fólkaskúlanum og á námsfrøðinga- og læraraútbúgvingunum.
Mælt verður millum annað til eina samskipaða ætlan fyri lesimenning tvørtur um lærugreinir og meira dagført føroyskt lesitilfar, serliga til eldri næmingar og dreingir.
Eisini verður mælt til, at náttúruvísindalig undirvísing byrjar longu í 1. flokki og verður ment stigvíst gjøgnum alt skúlaskeiðið. Størri krøv eiga at verða sett til fakliga førleikan hjá lærarum, og møguleikarnir fyri eftir- og víðariútbúgving eiga at verða styrktir.
Harumframt verður mælt til, at náttúruvísindi verða fast skrivligt próvtøkufak á sama hátt sum føroyskt og støddfrøði.











