Rithøvundar í gávu

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ár á baki í ár. Í hesum sambandi lutar Føroya Lærarafelag 10 rithøvundavitjanir út til skúlar

Bókadeildin skrivar, at tað at hitta ein rithøvund kann geva næmingunum áhuga fyri bókum, kveikja lesigleðina og hvør veit, um vitjanin eisini kann vekja fyrstu spírarnar hjá einum komandi rithøvundi.

 

Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ára stovningardag í ár, gevur Føroya Lærarafelag tíggju skúlaflokkum møguleikan at fáa eina rithøvundavitjan. Rithøvundavitjanin er ein føðingardagsgáva frá Bókadeild Føroya Lærarafelags til næmingar og lærarar í øllum skúlum í Føroyum. Skúlaflokkar kunnu søkja um at vinna eina vitjan, siga hvønn rithøvund tey vilja hitta og hví. Síðan verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar. Á tiltaki á Finsen á altjóða læraradegnum 5. oktober verður kunngjørt, hvørjir skúlaflokkar eru so hepnir at vinna eina føðingardagsgávu frá Bókadeild Føroya Lærarafelags og fáa eina rithøvundavitjan.

 

Meira kann lesast um átakið her: Bókadeild Føroya Lærarafelags

 

Rithøvundar: 

 

Betta á Dalinum (1958) hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út. Stuttliga søgan er um lambið Nellu, sum kemur til Bettu og Jóhann at vera. Nella ger mong skálkabrøgd.

 

Heimalambið Nella er væl egnað til grunddeild. Betta er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Oddfríður Marni Rasmussen (f. 1969) er rithøvundur, týðari og lærari. Hann hevur m.a. givið fleiri yrkingasøvn út, eina skaldsøgu og skemtiligu barnabókina Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni (2008) um tigandi hundin Annu, sum hevur loppur.

 

Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni er væl egnað grunddeild. Oddfríður er tøkur at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Dánial Hoydal (f. 1976) er rithøvundur. Hann hevur skrivað myndabøkurnar Abbi og eg og abbi (2021), Strikurnar (2022) og Surr (2026), sum Annika Øyrabø hevur myndprýtt. Bøkurnar snúgva seg allar um trupul evni: demens, sorg/angist/ocd og trupulleikar við at hugsavna seg í skúlanum. Dánial hevur eisini skrivað barnabókina Í geyma (2002), ið beinanvegin fekk nærum kultstatus. Í 2024 bleiv Í geyma bleiv útgivin í øktari útgávu.

 

Myndabøkurnar eru væl egnaðar til grunddeild, og Í geyma er væl egnað til miðdeild. Dánial er tøkur at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Urd Johannesen (f. 1967) er rithøvundur. Hon hevur áður útgivið yrkingar. Ferðin til Kongurvág (2026) er hennara fyrsta barnabók. Bókin snýr seg um Ólav, sum hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum.

 

Ferðin til Kongurvág er væl egnað til grunddeild og miðdeild. Urd er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Elin á Rógvi (1976) skrivar til børn og ung og arbeiðir dagliga við barnatilfari í Kringvarpi Føroya. Elin hevur skrivað skaldsøgur, leikir og sangtekstir til børn og ung. Nevnast kunnu Mánalýsi (2007), Og Mamma! (2014), Eg sá ein eingil (2015), 112 Fuglafjørður (2019), Flytifuglar (2023) og Fornt (2024), sum er nýggjasta skaldsøga hennara til stór børn. Seinni í ár kemur Elin við nýggja bók: Nivinaja.

 

Bøkurnar hjá Elini eru væl egnaðar til miðdeild. Elin er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Silja Aldudóttir (f. 1992) skrivar skaldskap til børn, ung og vaksin. Í 2022 gav hon sína fyrstu bók út, Ódjór, sum er ein ræðusøga til stór børn. Silja hevur eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir sum ritstjóri á Bókadeildini.

 

Ódjór er væl egnað til miðdeild. Silja er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Rakel Helmsdal (f. 1966) er fjøllistafólk, høvundur, myndlistafólk og ger til tíðir figurteatur. Hon hevur skrivað 27 bøkur til menniskju í øllum aldrum, av og á við egnum myndum. Nevnast kunnu m.a. Leyp nú, Eva! (2024) og Hon, sum róði eftir ælaboganum (2014) og Toran gongur (2023), ið er søga við myndum um eitt hús, fýra húski og ein hending, sum broytir alt. Skaldsøgan Kjarr (2020) er ein menningarskaldsøga um eina unga kvinnu og ferð hennara úr Føroyum út í heim og heim aftur, meðan hon leitar eftir einum svari á eini gátu.

 

Bøkurnar hjá Rakel eru ymiskar, summar hóska til miðdeild og aðrar til hádeild. Rakel er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Ingun Christensen (f. 1968) hevur seinastu mongu árini skrivað bøkur og stuttsøgur til børn, ung og vaksin. Nýggjasta bókin er Rúnaspá, sum er fyrsta bókin í ungdómsfantasy-røðini um Snjómánafólkið (2025). Ingun hevur m.a. eisini skrivað ungdómsskaldsøguna Sólgrátur (2022), sum viðgerð nógv evni, ið hava við trupla ungdómslívið at gera. Skaldsliga fevnir Ingun um ævintýr, føroyskar sagnir og samtíðarsøgur um happing, sálarliga heilsu, vinalag og ættleiðing v.m.

 

Fleiri av bókunum hjá Ingun eru til hádeild. Ingun er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er virðisløntur føroyskur rithøvundur. Hon skrivar yrkingar, leikrit og prosa til børn, ung og vaksin. M.a. hevur hon skrivað væl umtóktu ungdómsbøkurnar Skriva í sandin (2010) og Sum rótskot (2020), og skaldsøgurna Óendaliga Vera (2016) til vaksin.

 

Nevndu bøkurnar hjá Marjuni eru væl egnaðar til hádeild. Marjun er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.

 

 

 

Elin Michelsen (f. 1973) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Elin hevur skrivað fantasy-bøkurnar Rimarúmið (2021), Vanvarði (2022) og Feigdarfræ (2024) um gentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Í 2024 fekk Elin Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tríverkið um Tóru.

 

Bøkurnar hjá Elini eru væl egnaðar til hádeild. Elin er tøk at vitja skúlaflokkar eftir avtalu.