Formaðurin í 420 Hampafólkum, Arnfinn á Birtuni, er av almennu Danmark bjóðaður at hava ein fyrilestur um eitt nú tað, hann rópar skeivleikarnar í ríkisfelagsskapinum á narkotikaøkinum.
- Tað er eitt afturvendandi kjak, um fólk fáa minni trupulleikar við stoffmisnýtslu, um vit herða handhevjingina av lógini - ella um rætti vegurin er at avkriminalsera misbrúkararnar.
Arnfinn á Birtuni vísir á, at tað eru nógvar meiningar um, hvat er rætt og ikki rætt, og tað eru eisini stór ivamál um, hvørjar kanningar eru gjørdar, hvat eru gitingar, og hvat ein hugmynd, sum hann tekur til.
Men, hvat liggur so í orðinum - avkriminalsering og legalisering?
- Skal cannabis/ hamp/ hash/ pot og narkotika javnsetast við alkohol? Ella eru tað aðrir mátar at stýra hesum uppá? Hvørjir fyrimunir og vansar eru við teimum ymisku mátunum at stýra hesum uppá?
Arnfinn á Birtuni reisir spurningin, um tað er møguligt at brúka somu skipan sum nú við avkriminalsering? Hvat er próvførslan hjá teimum, sum eru fyri ella ímóti?
- Við hesi ráðstevnu er ætlanin at skapa eitt forum, har viðhaldsfólk og mótstøðufólk av skipanini, sum er í dag, leggja ymisku meiningar og kanningar fram, leggur hann aftrat.
Tað er Rådet for Socialt Udsatte (RSU) sum skipar fyri ráðstevnuni, og hon verður 2. desember á Hotel Scandic.