437 sivilfólk dripin í Ukraina í juli

Hetta er størsta tal av deyðum í ein mánað síðan í mai í 2022, sigur ST

Í juli í ár vaks talið av sivilum dripnum í Ukraina til tað hægsta, sum tað hevur verið síðan í mai 2022.

 

Tað upplýsir ST, og sagt verður, at henda mánaðin lótu 437 sivilir ukrainar lív í russiskum álopum.

 

ST sigur, at talið av deyðum í Ukraina er økt, eftir at Russland er farið at skjóta langtberandi rakettir eftir Ukraina.

 

Felagsskapurin sigur, at í minsta lagi 437 sivilfólk vórðu dripin, og 2610 vórðu særd í Ukraina í juli í ár.

 

- Hetta er ein vøkstur á 30 prosent í mun til mánaðan fyri - og ein vøkstur á 70 prosent í mun til juli í fjør, sigur ST.

 

Lagt verður aftrat, at talið av deyðum sivilum í juli í ár er tað hægsta síðan í mai 2022.

 

- Høvuðsstaðurin Kyiv er ein av býunum, sum er harðast raktur, og ST veit at siga, at her lótu 54 fólk lív í juli i ár.

 

Ukrainski herurin hevur eisini gjørt fleiri álop á Russland, og í Russlandi lótu 79 sivilfólk lív í juli í ár.

 

ST sigur, at tað hevur ikki borið til at fingið russisku tølini váttað, tí tilgongdin til hesi tøl í Russlandi er avmarkað.