Lech Poznan hevur ikki lurtað eftir góðum ráðum at koma til Føroya í góðari tíð, eins og mótstøðuliðið hjá NSÍ, FC Lugano sum kom til landið fyrradagin.
Leiguflogfarið hjá Lech Poznan er "diverterað" til Bergen. Teir megnaðu ikki fyrrapartin at lenda vesturi í Vágum.
Dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan skuldi spælast á Tórsvølli í kvøld klokkan 18.30.
Lech Poznan hevur biðið um at fáa dystin útsettan til í morgin.
UEFA hevur enn ikki boðað frá einari avgerð um nær dysturin skal spælast.











