Stórur áhugi hevur verið fyri stuttsøgukappingini, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags lýsti við fyrst í september í ár. Heili 44 stuttsøgur eru komnar inn, og eru er tær bæði úr Føroyum og útlondum, so nógv eru, sum vilja royna seg í kynstrinum at skriva stuttsøgu fyri ungdóm.
Kemur væl við
Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeildini, fegnast um áhugan og sigur, at hetta kemur væl við, av tí at tað hevur verið soltið við skrivaðum søgum, sum er egnaðar til nútímans føroyskan ungdóm.
Nú verða søgurnar allar latnar bókmentaligu nevndini hjá forlagnum, og síðan skulu tey velja eina ella tvær vinnarasøgur.
Tey, ið vinna kappingina, fáa 12.000 kr hvør, sum Eik Banki letur, umframt at tey sleppa á ráðstevnu saman við fólki á forløgum í Føroyum og Norðurlondum, við drúgvum royndum í ritstjórnararbeiði. Harumframt verður kendur bókmentagranskari við, sum skal halda fyrilestur og annars geva frá sær góð ráð um at skriva.
Hetta verður eisini gylt høvi hjá teimum báðum føroysku vinnarunum at sleppa at vera saman við øðrum bæði royndum og óroyndum rithøvundum úr teimum seks londunum úr norði.
Ráðstevnan, sum Kulturkontakt Nord stuðlar, er sett at vera í februar komandi ár, men longu undan jólum fáa luttakararnir í skrivikappingini boð um, hvør hevur vunnið spennandi kappingina.