48 trygg størv í fimm ár

Skansi Offshore hevur skrivað undir sáttmála fyri Tórsborg og Sæborg við ávikavist BP Norge og BG Norge. Báðir sáttmálarnir eru fyri fimm tey komandi árini.

- Hetta hevur stóran týdning fyri felagið, ikki minst tí marknaðurin er tungur í løtuni, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.

Hesi bæði veitingarskipini koma at arbeiða í Norðsjónum, og skulu hava um hendi veitingar til boripallarnar, standby og so skulu bæði skipini vera við í tilbúgvingini at taka upp olju.

- Bæði skipini eru útgjørd til hetta, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hini bæði skipini hava eisini sáttmálar, tó at teir ikki eru so langir sum hesir, ið felagið nú hevur gjørt.

- Tað er ikki púra ókent at gera so langar sáttmálar. Og gongur verkætlanin væl er møguleiki at leingja sáttmálarnar í fimm ár aftrat, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hesir báðir sáttmálarnir tryggjar teimum tilsamans 48 monnunum umborð á báðum skipunum starv í komandi fimm árini.

- Vit byrjaðu í smáum, men nú eru 110 fólk tengd av Skansi Offshore, sigur Jens Meinhard Rasmussen.