5 uppskot til SEV

(1) Gevið hvørjum fjallmanni í Funningi ein vatndunk, sum teir kunnu hava við á fjall, um teir skuldu blivið tystir á vegnum.

(1) Gevið hvørjum fjallmanni í Funningi ein vatndunk, sum teir kunnu hava við á fjall, um teir skuldu blivið tystir á vegnum.

(2) Flytið allar aliringarnar, sum liggja á Funningsfirði, yvir í Eiðisvatn, so kunnu teir ala okkurt slag av feskvatnsfiski ístaðin.

(3) Tvangsflytið fólkið úr bygdunum við fjørðin yvir í eina nýggja bygd, sum tit kunnu byggja við Eiðisvatn, í teimum gomlu bygdunum verður nokk ikki livandi álíkavæl.

(4) Gravið eina breiða kanal ímillum fjarða, t.v.s. ímillum Skalabotn og Funningsbotn, so at sjógvurin í firðunum verður útskiftur tann vegin, og kundu tit so eisini stolið allar áirnar, sum renna út í Skálafjørðin.

Eisini høvdu tit tá vaksið um land okkara frá 18 oyggjum til 19. Tann 19. oyggin kundi t.d. itið SEV-oyggin.

(5) Ella bara steðgið hasum øra kleyvarskapinum, tit hava gangandi har norðuri, tí at tað eru faktiskt menniskju, sum búgva har, og tey hava rætt til fjørðin, sum hann er, við lívi í. Tað hevði verið áhugavert at vitað, um hetta drepandi prosjektið nakrantíð hevði komið upp á tal, um Klæmint var funningsmaður og kendi eitt sindur til hvat virði áirnar í veruleikanum hava fyri eina lítla bygd sum Funning, og ikki at tala um, fyri fjørðin, tær eru grundarlag fyri øllum lívinum á fjørðinum. Uttan áirnar verður eingin útskifting av vatninum, eingin ilt, einki lív.

Heilsan,


Ein, sum er glaður fyri at man enn hevur loyvi at siga sína meining í hesum landinum, sjálvt um tað ofta nyttar lítið ímóti hasum »flogvitinum« hjá S.E.V.

P.S.

Eg trúgvi ikki, at teir gomlu funningsmenninir, sum nú liggja og hvíla undir grønu torvu, høvdu funnið seg í at nakar tók allar áirnar frá teimum, og heilt erliga, tað haldi eg heldur ikki, at vit skulu gera í dag, hatta má og skal steðgast.

Tað er so sera lætt at sita úti við Landavegin í kragatoyi og slipsi og skitsta nakrar linjur niður á eitt pappír, tá ið avleiðingarnar ikki raka ein sjálvan.