50 krónur fyri at tøma bússuna

Tað kostar 50 krónur, um tú tømir bússuna í antin Eik ella Føroya Banka og ikki ætlar at seta peningin inn á kontu í bankanum. – Tú rindar eisini fyri at fáa ketsjupp til pylsurnar, sigur Niels Joensen, privatkundaleiðari í Føroya Banka

Bankarnir hava gjørt av, at tað ikki skal vera ókeypis at fáa eina maskinu í bankanum at telja og veksla pening hjá fólki.

Bæði Eik og Føroya Banki hava nevniliga gjørt av, at tað kostar at nýta sjálvvirkandi teljimaskinuna, um tú ikki setir peningin inn á kontu í bankanum.

Hetta vil við øðrum orðum eisini siga, at um ein fer í bankan við eini lítlari mongd av myntum, so loysir tað seg illa at fáa bankan at telja peningin fyri seg

Orsøkin er einføld.

Bankin tekur eitt ómaksgjald á 50 krónur fyri at telja og veksla peningin, um tú ikki setir peningin inn á kontu – hóast maskinan er sjálvvirkandi.

So hevur tú 200 krónur í myntum og ætlar at fáa tað til seðlar úr bankanum, so hevur tú 150 krónur eftir, tá tú fert út úr bankanum.


Rinda fyri tænastu

Orsøkin til, at bankarnir hava gjørt av taka ómaksgjald fyri at fólk sjálvi nýta eina maskinu í bankanum er sambært Niels Joensen, privatkundaleiðara í Føroya Banka, at bankin hevur gjørt eina íløgu.

– Vit hava gjørt eina íløgu í eina tænastu til kundan, sum hann so rindar fyri, og tað er ikki óvanligt at rinda fyri tænastur.

– Tú rindar eisini fyri at fáa kettsjup til pylsurnar út pylsuvogninum, staðfestir Niels Joensen


Børnini sleppa undan

Men er tað eitt barn, sum skal tøma sparigrísin, so gongur tað ikki fyri seg á heilt sama hátt.

– Børnini eru ikki umfatað av hasum. Tað var ikki vanligt at standa og hála pengar úr lummanum hjá børnum – um mann kann siga soleiðis, sigur Niels Joensen.

Hann leggur afturat, at hetta gjald meira er rættað til onnur sum hava nógvar myntir, sum skulu vekslast.

– Tað kann til dømis vera, at onkur hevur havt tombola ella okkurt líknandi. Tá hava tey ofta nógvar smápengar, sum skulu umsetast, og so rinda tey fyri eina tænastu, sum er til gagns fyri tey, sigur Niels Joensen.