50 ár síðan fyrsta flokk

Leygardagin 23. mai 2009 høvdu nakrir gamlir floksfelagar sett hvørjum øðrum stevnu.

Talan var um tey, sum í 1958 fóru í fyrsta flokk í Nonnuskúlanum í Havn, og nøkur sum seinni komu at ganga saman við hesum. Hetta var fyrstu ferð síðan farið varð úr skúlanum, at hesi fólk savnaðust aftur.


Meira enn 80 næmingar byrjaðu í 1958 í 1 a og 1 b, so tað skuldi stórt leitingararbeiði til at finna hesi aftur. Tað eydnaðist at samla 43 av teimum leygardagin.


Onkur komu langvegis frá, tann sum hevði ferðast longst kom úr Canada, annars komu fólk úr Norra, Danmark, Íslandi og úr øllum Føroyum.


Gomlu næmingarnir vóru saman meginpartin av leygardegnum. Fyrst í skúlanum, har leitað var aftur á gamlar slóðir og minni vóru vakt, síðan í Mariukirkjuni, har framsýning var av lutum frá skúlatíðini og tíð var til kaffi og prát, og seinni á Hotel Tórshavn um kvøldið til ein góðan bita. 


Luttakararnir sum savnaðust 50 ár eftir at tey fóru í fyrsta flokk: Helga Jacobsen, Hedvig Poulsen, Eleina Mikkelsen, Maria á Dul (Gregersen), Magdalena Næs, Aivi í Pætursastovu (Hansen), Eyðbjørg Nilsson (Olsen), Katrin Sørensen, Ása Bech (Hansen), Marita H. Arge, Brynhild Mohr, Carita Bjørklund, Elsa Mortensen (Bærentsen), Beinta í Jákupsstovu, Elin Ólavsdóttir, Gunnleyg M. Arge, Birgit Arge, Kaja Johannesen (Hammer), Tove Bech, Annlis Simonsen, Petra Erlingsdóttir (Hansen), Eydna Hansen, Sólvá Michelsen, Robert Vilhelmsen, Torkil Kjærbæk, Eirikur Ó. Simonsen, Jógvan í Dávastovu, Eyðun Ellendersen, Dánjal Norðfoss, Høgni Højgaard, Jógvan Waagstein, Leif Due Sørensen, Lutherus Hansen, Kemm Poulsen, Jakob Feilberg, Gunnar Rubeksen, Ellindur Danielsen, Óli Lindenskov, Mikkjal Dánjalson, Heðin Klein, Høgni Reinert, Johan Egholm og Eileen Simonsen. Esther undir Varða vantar á myndini.