50 tons av karamellum til føroyingar

Hetta er tíðin, tá ið vælumtóktu karamelldósirnar ganga títtar um handilsdiskin. Tað eru serliga trý sløg av karamellum, sum fólk fara eftir, og kappingin millum hesi sløg er hørð. Hvussu nógvar karamellur verða seldar til jóla, vilja innflytararnir ikki upplýsa, men talan er um nógv tons.

Føroyingum hava altíð dámt serstakliga væl ensku karamellirnar, og einki bendir á, at hetta er við at broytast. Serliga eru tað tey trý sløgini, Quality Street hjá Nestle, og Roses og Heroes hjá Cadbury, sum fólki dámar væl. Tað eru ávíkavíst Poul Hansen og Damfar, sum innflyta hesar karamellur.

Trý kilo til hvørt hús
Innflytararnir vilja ikki upplýsa, hvussu nógv verður innflutt av karamellum árliga, men sum skilst, etur hvørt einstakt føroyskt húski einar tvær dósir árliga. Tvær dósir svara til umleið trý kilo av karamellum. Í Føroyum eru gott og væl 17.000 húsarhald, og tað vil siga, at vit føroyingar eta gott og væl 50 tons av karamellum árliga.
Hjá Damfar, sum innflytir Roses og Heroes karamellirnar hjá Cadbury, verður sagt, at nýtslan hesi seinnu árini hevur verið rættuliga støðug, men annars hava tey ikki hug til at upplýsa stórvegis um karamellirnar.
Tað er Poul Hansen, sum innflytir Quality Street karamellirnar hjá Nestle. Ejler Johannesen, sum hevur ábyrgdina av góðgætissøluni hjá Poul Hansen, sigur, at okkurt um 97 prosent av øllum karamellunum, sum fyritøkan selur, verða seldar til jóla. Hini trý prosentini verða seld skipum alt árið.
Ejler Johannesen sigur, at sølan er minkað eitt lítið sindur seinnu árini. Fyrr vóru sløk trý kilo í hvørjari dós, men nú er bert 1,3 kilo av karamellum í hvørjari Quality Street dós. Hetta hevur havt við sær, at nøgdin av seldum dósum er vaksin, men samlaða kilotalið er minkað nakað, sigur Ejler Johannesen.
Tað er hørð kapping um karamellukundarnar, og innflytararnir eru eisini ógvuliga trekir at koma við upplýsingum. Tað ræður um ikki at keypa ov nógv inn, so at man hevur eina rúgvu eftir, tá ið jólini eru farin aftur um bak, men samstundis er eisini umráðandi at hava nóg mikið á goymslu, siga innflytararnir.