Alt var við tað vanliga í La liga í dag. Barcelona, Real Madrid og Atletico Madrid vunnu, meðan Lionel Messi og Cristiano Ronaldo skoraðu. Fyri Lionel Messi var talan um dyst nummar 500 fyri Barcelona.
Les eisini:Ronaldo skoraði 57 mál í 57 dystum í 2015
Tað skuldi nakað av dómarahjalp til, áðrenn Lionel Messi og restin av Barcelona liðnum megnaði at fáa hol á móti Real Betis. Tá samanumkom vann Barcelona heimdystin 4-0. Luis Suarez skoraði tvey, eitt var sjálvmál, meðan Lionel Messi skoraði eitt.
Hetta var mál nummar 425 í teimum hálvt hundrað dystunum, sum hann hevur spælt fyri Barcelona. Tølini siga millum annað, at hann hevur skotið 32 hattrik, meðan 237 av málunum eru skotin í 239 heimsdystum.
Real Madrid vann á heimavølli 3-1 á Real Sociedad. Tað mundi vera meiri óvæntað, at Cristiano Ronaldo brendi eitt brotsspark í dystinum, enn at hann skoraði tvey av teimum trimum hjá kongafelagnum.
Atletico Madrid, sum liggur kroyst millum Barcelona og Real Madrid á stigatalvuni, mátti bíða heilt til 88. minut, at fáa hol á móti grannunum úr Rayo Vallacano. Úrslitið bleiv 2-0 og málskjúttar vóru Angel Correa og Antoine Griezmann.
FC Barcelona liggur á odda við 38 stigum saman við Atletico Madrid, meðan Real Madrid hevur 36 stig. FC Barcelona hevur tó spælt ein dyst færri enn hini.