Nýbygningar
Tað var ein rættilig stórhending í Runavíkar kommunu sunnudagin kl. 14, tá ið nýggju skipini hjá P/F Beta í Saltangará, Bakur og Stelkur, løgdu til bryggju.
Hópur av fólki var samankomin at taka ímóti. Eingin nýbygningur er komin til kommununa seinastu 16 árini, so spenningurin var stórur, nú hesi snotuligu skip endiliga vóru komin í havn.
Leystligar metingar siga, at talið av vaksnum og børnum, sum vildu heilsa skipi, manningum og reiðaríi, ikki var minni enn 500, og tað má sigast vera ein rættilig móttøka.
Á Beta siga tey, at tey vóru ovfarin. Tey høvdu ikki torað at droymt um, at skipini fóru at fáa eina so stórfingna og virðiliga móttøku.
Hátíðarhaldið var sett til at vera kl. 14, men skipini vóru komin inn undir land í góðari tíð.
Skipað varð so fyri, at tyrlan við tveimum myndamonnum fleyg yvir Baki og Stelki eina góða løtu, meðan tey lógu og mólu runt inni á Skálafjørðinum og "bíðaðu" eftir klokkuni.
Hornatónleikur
Hornorkesrtrið setti sín hátíðarliga dám á løtuna, og býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, helt røðu.
Reiðarin, Olaf Olsen, takkaði fyri stórfingnu móttøkuna. Hann beyð manningunum væl afturkomnum, takkaði føroysku útvegarunum fyri arbeiði, teir hava gjørt, og bjóðaði síðan øllum, sum samankomin vóru, umborð at síggja skipini. Eisini bjóðaði hann til ábit í hølunum hjá reiðarínum.
Tá ið løtan kom, fóru bæði vaksin og børn umborð, og so nógv fólk var á bryggjuni, at øll sluppu ikki umborð í senn. Onkur fór tí fyrst til ábit og fór síðan umborð, tá ið onnur vóru farin í land aftur.
Mett verður, at fleiri hundrað nýttu høvi at síggja skipini.
Fólk vóru hugtikin av skipunum og umstøðunum hjá manningunum, sum á ongan hátt kunnu samanberast við umstøðurnar umborð á gomlu skipunum, sum nú fara úr flotanum, Munki, Skúgvi og Grælingi.
Ein Cuba-bátur verður nú stakur við fiskiloyvi; tað er Havhestur, sum í fyrstu syfti verður stand-by skip hjá onkrum av hinum skipunum hjá felagnum, um okkurt verður áfatt.
Somu manningar
Skiparar við Baki og Stelki verða Ólavur Samuelsen og Kjartan Egholm. Manningarnar verða í fyrsta lagi tær, sum vóru umborð á Gorpi og Skrápi, sum hesir báðir sjógarparnir hava ført.
Sjey mans verða við hvørjum trolara.
Ragnar Olsen væntar, at sum frá líður verða tríggjar manningar knýttar at nýggju skipunum, men væntast kann, at verandi manningar verða rættiliga støðugar umborð í byrjanini, nú alt er nýtt, spennandi og avbjóðandi.
Í byrjanini verður avloysingin nokk ikki so formell, sum Ragnar tekur til, men væntast kann, at avloysararnir í størstan mun verða kend andlit í reiðarínum.
Spurdur, nær skipini fara til fiskiskap, sigur Ragnar Olsen, at ætlanin er at loysa í kvøld.
- Okkurt smávegis er eftir at justera, og í hesum førinum er talan um útbúnað, sum maskinverkstaðurin, FJM, hevur staðið fyri, sigur hann.
Seinastu nýbygningarnir, sum komnir eru til Runavíkar kommunu, vóru Jaspis og Ametyst. Báðir eru bygdir í 1986. Tann fyrri kom í mars; hin kom við ársenda sama ár.