500 milliónir krónur í bót

UEFA revsar Manchester City fyri ikki at lúka ásettu fíggjarkarmarnar

Sky Sports skrivar í dag, at UEFA í næstum fer at revsa Manchester City við risa bót og avmarkingum í Champions League hópinum til komandi ár, tí felagið ikki hevur hildið seg til Financial Fair Play(FFP), sum eru ásettu fíggjarkarmarnir hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA.

 

Mett verður, at talan verður eina bót upp á eina hálva milliard krónur, umframt at felagið bara sleppur at hava 21 spælarar í Champions League hópinum. Vanligt er, at tað eru 25 mans í Champions League hópinum.

 

Bótin kann gjaldast aftur yvir trý ár, meðan Champions League hevur somu krøv, sum hinir Champions League hóparnir. Tað merkir millum annað, at átta av teimum 21 spælarunum skulu hava sín uppvøkstur í felagnum.

 

Manchester City, sum í 2008 varð keypt av ríkmanninum Sheik Mansour, hevur gjørt nógvar íløgur í hópin. FFP reglugerðin ásetur, at feløg ikki kunnu hava størri undirskot enn eitt vist yvir nøkur ár. Hesum hevur Manchester City eftir øllum at døma ikki yvirhildið. Her er tó undantikið, tá tað kemur til bygging av leikvøllini og øðrum umstøðum.

 

Manchester City er eitt av níggju feløgum, sum eru í vandabólkinum fyri at fáa revsingar frá UEFA. Eitt av hinum er nýríka franska høvðusstaðarfelagið Paris Saint-Germain.

 

Sambært Sky Sport, so kunnger UEFA í vikuni revsingarnar, sum enn ikki eru almennar og váttaðar. Sky Sports skrivar somuleiðis, at Manchester City er í holt við at kæra avgerðina.