500 skip í FAS í 2015

Miðjað verður eftir, at Føroyar í 2015 hava eina shipping-vinnu, sum í dagsins peningi hevur eina valutainntjening til føroyska samfelagið, ið svarar til eina miljard krónur

Shipping 08

 

Tað vóru Føroya Banki, Sjóvinnudepilin og Reiðarafelagið fyri Farmaskip, sum stóðu aftanfyri Shipping Føroyar 2008. Aftrat sær sum sponsorar, høvdu fyrireikararnir Team Beredskab, Supply Service, Thor og Mærsk.

Uppundir endan av ráðstevnuni, sum vardi allan fríggjadagin, segði Ragnar S. Olsen vegna fyrireikararnar, at ein maritimur fylgibólkur nú verður skipaður, sum skal fylgja arbeiðnum við einari dagførdari FAS-skipan upp.

- Bólkurin fer at verða kveikjari fyri eini føroyskari shipping-vinnu, bæði á sjógvi og landi. Umframt at henda vinna við tíðini kann gerast eitt gott ískoyti til føroyska samfelagsbúskapin, skal bólkurin eisini viðvirka til, at shipping-vinnan gerst ein áhugaverd og attraktiv vinnugrein.

Hann segði, at maritimi fylgibólkurin eisini vil virka sum eitt bindilið millum almennar myndugleikar og shipping-vinnuna.

- Vit ætla at røkka hesum máli við, at fylgibólkurin regluliga kemur saman og viðger evni, sum viðvíkja vinnuni. Ætlan okkara er eisini at útvega útlendskan serkunnleika at umrøða ávís evni, soleiðis at føroyska vinnan áhaldandi fær íblástur frá altjóða shipping-vinnuni.

Ragnar S. Olsen segði, at fyrireikararnir eisini hava sett sær nøkur ítøkilig mál.

- Miðjað verður eftir, at Føroyar í 2015 hava eina shipping-vinnu við eini valutainntjening til føroyska samfelagið, ið svarar til eina miljard krónur í dagsins peningi. Eisini verður miðjað eftir, at 500 skip tá verða við í FAS-skipanini, segði hann vegna fyrireikararnar.