JT electric hevði stóran bás á North Atlantic Fish Fair í Klaksvík í døgunum, 5.-7. apríl. Fyri at hava okkurt stuttligt til gestirnar, skipaði fyritøkan fyri eini spurnarkanning, har fólk høvdu høvi at gita longdina á einum JT-kaðali. Ein JT electric dukka, sum stóð á básinum, hevði ein kaðal vundnan rundan um seg - og so kundu fólk gita, hvussu langur hesin kaðal er.
- Spurnarkanningin fekk sera góða undirtøku, og ikki færri enn 567 fólk lótu inn sítt svar upp á longdina av kaðalinum.
JT electric sigur, at felagið hevði valt at lata fýra vinningar til tey, sum gittu nærmast ítøkiligu kaðal-longdini.
Longdin á kaðalinum var nevniliga 39,65 metrar og tann, sum hevði nærmasta svarið, var Brynhild Nolsøe, sum gitti 39,70 metrar. Hon vann eina iPad frá Vodafone.
Á øðrum plássi kom Hans Arthur Leivsgarð, sum gitti 39,75 metrar,og hann vann eina Vodafone Smartphone.
Á triðja plássi kom Petur Oluf Jacobsen, sum gitti 39,77 metrar og vann eina LED lummalykt.
Fjórða plássið fekk Ragna Jacobsen, sum gitti 39,50 metrar, og hon fekk ein roykalarm.
Tað er Rúni Petersen, sølu-og marknaðarleiðari hjá JT electric, sum upplýsir hetta fyri Portalinum.