59% av virðisøkingini í 2022 stavar frá tænastuvinnunum

Tað er framvegis tænastuvinnan sum kemur við størstu virðisøkingini

Tað skrivar Landsbanki Føroya í dag.

 

Mynd 1 avmyndar virðisøkingina í búskapinum býtt á vinnugreinar í ársins prísum. Bruttovirðisøking (BVØ) er bruttotjóðarúrtøka, har vøruskattir, eitt nú MVG, og studningar eru frároknaðir, so myndin betri vísir, hvørjum vinnum vøksturin stavar frá.

 

Í 2022 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 21% av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 11% av virðisøkingini frá fiskiveiðu og 10% frá aling.

 

Framleiðsluvinnurnar koma við 20% av virðisskapanini, har byggivinnan kemur við 7% av samlaðu virðisøkingini.

 

Tað er framvegis tænastuvinnan sum kemur við størstu virðisøkingini. Heili 59% av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við 10%.        

 

##med2##

 

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.