6,5 milliardir á skeiva konto

Svenska Cornelia Johanson varð herfyri tikin á bóli, tá hon kannaði sína konto. Banki hennara, Nordea, hevði av misgávum flutt henni 6,5 milliardir føroyskar kr. Tað skrivar Gøtebrog Posten á gp.se

 

Tað var av tilvild, at Cornelia varnaðist, at upphæddin á konto?ini brádliga var yvir 6,5 milliardir. Tað var viðmerkt, at hetta var ein rætting fyri eitt kortkeyp.

 

Men Cornelia er ein reiðilig dama, og hon boðaði tí bankanum frá mistakinum.

 

Nordea greiðir frá, at talan var um eitt tekniskt brek, og bankin sigur eisini, at fólk ikki hava skyldu at vera so erlig.

 

-Um tú av misgávum fært pengar inn á tína konto, sum tú einki eigur í, so er eingin lóg, sum sigur, at tú skalt boða frá. Men tú hevur ikki loyvi at nýta pengarnar, sigur Henrik Edstrøm í svenska Nordea.

 

Afturfyri at bera Nordea 6,5 milliardir aftur fekk Cornelia Johanson eitt regnskjól.