6 føroyskir landsliðsleikarar í bestu donsku hondbóltsdeildini

Annika Fríðheim Petersen vendir aftur til bestu donsku hondbóltsdeildini

Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og liðfeløgunum í Follo at bjarga plássinum í bestu norsku hondbóltsdeildini farna kappingarár.

 

Men nú fer Annika sum áður hevur roynt seg í Nykøbing Falster aftur at royna seg í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. 

 

Annika fer at royna seg í EH Aalborg, ið júst hevur vunnið sær uppflyting til bestu deildina.

 

Høvuðsvenjarin hjá EH Aalborg, Peter Jagd sigur við facebooksíðu felagsins, at Annika er ein leikari sum passar væl til stílin og mentanina í EH Aalborg. Harumframt lýsir hann Anniku sum ein arbeiðssaman og dedikeraðan hondbóltsleikara.

 

Um skiftið til EH Aalborg sigur Annika, at talan er um eitt hondbóltsfelag har hon í einum góðum hondbóltsumhvørvi kann menna seg enn meira, og hon sær fram ímóti at gerast ein partur av hópinum. 

 

Fyri stuttum skifti Maria P. Nólsoy frá Neistanum til Horsens. Jana Mittún er í Viborg, Pernille Brandenborg er í Keypmannahavn, Súna K. Hansen er í Skanderborg, og Rakul S. Wardum er í Ringkøbing.

 

Sostatt vera tað heili seks landsliðsleikarar vit sleppa at fylgja í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Spennandi verður.