6 umfar: HB bjóðar klaksvíkingum av

B36 vann trivaligan sigur í Sørvági, AB vann botndystin í Trongisvági, og Víkingur misti sigurin á stokkinum

Nú hevur einki lið fulla úrtøku. KÍ er á veg av Skála við málleysum javnleiki. Talan var um fáar og smáar málmøguleikar. KÍ hevði tann størsta, men bólturin brast í stólpan.

 

HB bjóðar nú av álvara KÍ av í toppstríðnum. Eftir trivaligan 3-0 sigur á Skála hóskvøldið er HB aftur á veg við fullari úrtøku úr Eysturoy, har HB annars oftast hevur drigið svart tey seinnu árini.

Við Løkin í Runavík vann HB 2-1, eftir at NSÍ legði seg framum við máli, sum Pól Jóhannus Justinussen stútaði eftir horna úr vinstru.

Símun Samuelsen javnaði eftir innlegg úr høgru, og tað var aftur eftir uppspæl í høgru og innlegg, at miðvallarin Tróndur Jensen fram ímóti dystarenda skoraði sigursmálið.

Úrslitini á Skála og í Runavík bera við sær, at nú er HB størsti avbjóðarin hjá klaksvíkingum. KÍ hevur sekstan stig, og HB hevur trettan stig.

 

Víkingur skoraði stutt fyri leiklok tað, sum tóktist vera sigursmálið, men í síðstu løtu javnaði EB/Streymur í Hólmanum á Eiði.

Merkisvert var tað, at báðir málskjúttarnir fyri fyrstu ferð vórðu innskiftir á besta liðið. Hjá Víkingi var tað Magnus Heinason, og hjá EB/Streymi var tað Fríði Kruse Johansen.

 

B36 gjørdi skjótt av í Sørvági. Longu eftir fyrra hálvleik var 3-0, og í seinna hálvleiki var talan um tómgongd.

 

AB vann 1-0 í Trongisvági. Einasti málskjúttin var Bjarki Nielsen, sum skoraði í fyrra hálvleiki. Hetta var aðru ferð á rað, at Bjarki skoraði. Lítla løtu undan leikloki høvdu Suðringar møguleika at javna, men úr góðari støðu sendi Búi Egilsson bóltin uppum málið.

 

 

EB/Streymur – Víkingur 1-1 (0-0)

0-1: Magnus Heinason

1-1: Fríði Kruse Johansen

 

NSÍ – HB 1-2 (1-1)

1-0: Pól Jóhannus Justinussen

1-1: Símun Samuelsen

1-2: Tróndur Jensen

 

Skála – KÍ 0-0

 

07 Vestur – B36 0-3 (0-3)

0-1: Kalmar Saag

0-2: Erlendur Magnusson

0-3: Odmar Færø

 

Suðringar – AB 0-1 (0-1)

0-1: Bjarki Nielsen

 

Støðan eftir sætta umfar

651011316
HB64119613
NSÍ631212710
B36631210610
Víkingur63128710
EB/Streymur6231969
Skála6213567
AB6123485
Suðroyingar61052113
07 Vestur60155151

 

Sjeynda umfar

Sunnudagin 22. apríl

KÍ - EB/Streymur

Víkingur - 07 Vestur

NSÍ - Skála

B36 - AB

Suðringar - HB