60 milliónir til miðlar

Danski staturin letur seks milliardir krónur í miðlastuðli um árið. Tað merkir, at tað kostar hvørjum dana 1.200 krónur.

Meginparturin verður lat­in til Danmarks Radio, sum fer við meginpartinum, men eis­ini til aðrar miðlar, sum til døm­is sum útberingarstuðul til bløðini.

Menta­mála­ráð­harr­in danski, Mar­i­anne Jelved, hev­ur júst sett miðlaráðið, sum hevur til uppgávu at luta peng­ar­nar mill­um miðl­ar­nar í Danmark.

Umframt tær 3,5 milli­ard­ir­nar til Danmarks Radio, so fáa bløðini 350 milliónir krón­u­r. Tað svarar til, um vit rokna um til føroysk tøl, at før­oysku bløðini fingu 3,5 mill­i­ónir í útberingarstuðuli.

Men í Føroyum er so als eingin áhugi hjá pol­it­ik­ar­um at lætta um hjá fjøl­miðl­u­num. Í staðin fyri at stuðla priv­atu miðlunum, so er Før­oya Løgting í beinharðari kapp­ing við bløðini og pri­v­atu miðlarnar annars.

Tað verður gjørt við at tvinga Kringvarp Føroya at selja lýs­ingar og sponsorat – alt frá ølklubbum í Havn til trygg­ing­ar­risan, sum hev­ur lagt hald á veðrið í sjón­varp­i­num.

Sambært public servi­c­e­sát­t­mál­a­num, sum annars fer úr gildi um 27 dagar, so vil Mentamálaráðið hava Kring­varp­ið at selja lýsingar fyri 10,4 mill­i­óinir (í 2011 tølum). Hetta er áleið tríggjar ferðir tað, sum danski staturin – um­roknað til føroysk tøl – let­u­r í stuðuli til bløðini. So tað er beint øvugtur poli­tikkur á hesum øki í Før­oy­um og í Danmark. Her vilja pol­it­ik­ararnir hava eitt skert kring­varp, og bløðini fáa ikki eina krónu. Føroyar eru eina­sta landið her á okkara leið­um við hesum løgna miðla­poli­tikki.

So meðan bløð og privatir miðl­ar fáa ikki eina krónu, so vilja politikarar fegnir gjøgn­um Kringvarpið taka yvir 10 mill­i­ónir lýsingarkrónur frá priv­atu miðlunum til alment fíggj­aða Kringvarpið.

– Vit biða spent, til Bjørn­in vaknar í Ment­a­mál­a­ráð­num...
Ella vilja føroyskir poli­t­ik­ar­ar als ikki hava frælsar priv­at­ar fjølmiðlar...?