Stovningardagurin var 18. mai 1949, tá Einar Mikkelsen byrjaði sítt virksemi sum sjálvstøðugur el-innleggjari. Í 1955 læt hann upp tann fyrsta handilin í Føroyum, ið burtur av seldi lampur.
Í 1980 var ættarliðsskifti í fyritøkuni, tá sonurin Høgni B. Mikkelsen tók við sum stjóri, og rekur hann í dag virkið saman við konuni Sonju.
Bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar, eins og familja og grannar vóru til móttøkuna. Stjórin, Høgni Mikkelsen, greiddi frá um fyritøkuna og um tær stóru broytingarnar, sum eru farnar fram hesi 60 árini, síðan fyritøkan varð stovnað.
Síðan Einar Mikkelsen byrjaði í 1949 hava tilsamans 80 lærlingar tikið sína elektrikaraútbúgving á virkinum. Í dag starvast níggju fólk í fyritøkuni.