61 vilja sleppa í læru í Eik

Eik Banki hevur fingið 61 umsóknir um lærupláss í bankanum.

Í seinastuni hevur Eik Banki søkt eftir næmingum til deildirnar í Miðvági, Saltangará, Tórshavn og á Tvøroyri, og tá freistin var úti í gjár, hevði bankin fingið ikki færri enn 61 umsóknir.

 

Eik Banki sigur, at áhugin fyri at sleppa í læru í bankanum er stórur. Í 2012 søktu 51 ungfólk um lærupláss, og í fjør var talið 45.

 

Fanny Petersen, sum er HR-leiðari í Eik, er fegin um tær nógvu umsóknirnar.

 

-Vit fara nú at gjøgnumganga allar umsóknirnar, kalla inn til samrøður, og um mánaðarskiftið mai/juni vænta vit, at avgerðirnar eru tiknar, um hvørji tey hepnu eru, sigur Fanny Petersen.

Sum einasti fíggingarstovnur í landinum, tekur Eik næmingar inn á hvørjum ári, og í løtuni eru 13 dugnalig ungfólk í bankalæru í Eik, skrivar bankin á heimasíðuni.