65 deyð í illveðri í Kina

Illveður við nógvum vindi og gloprarregni hevur kravt í minsta lagi 65 mannalív har suðuri í Kina, siga kinesiskir fjølmiðlar. Meiri enn 10.000 hús eru oyðiløgd, og fólk í tíggjutúsundatali eru tí vorðin heimleys.

Myndugleikarnir siga, at tað nógva regnið hevur oyðilagt nógva grøði, og harafturat hava bæði vegir og jarnbreytir fingið skaða. Nógvastaðni er elveitingin farin.

Hetta er aðru ferð í ein mánað, at tað hevur regnað so illa har suðuri í Kina. Frammanundan var hetta sama økið rakt av herviligum turki, skrivar AP.