678 børn í dagrøkt í 30 ár

Katrin Poulsen, sum hevur verið leiðari fyri dagrøktini í Nes kommunu í tríati ár, heldur nú fram í vøggustovuni, sum verður bygd á Svangaskarði.

Hin 1. juni í ár hevði Katrin Poulsen 30 ára starvsdag hjá Nes kommunu, øll árini sum dagrøktarleiðari. Á samkomu á Vestuskin hóskvøldið fekk Katrin handaða gávu, sum var ein málningur frá Nes kommunu. Tað var borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, sum handaði henni málningin.

 

Dagrøktin í Nes kommunu byrjaði 1. juni í 1986, og tá varð Katrin Poulsen sett sum dagrøktarleiðari. Øll árini síðan hevur hon røkt hetta starv.

 

Nes kommuna skipaði fyri móttøku á eldrasambýlinum Vesturskini í samband við 30 ára starvsdagin, har familjan hjá Katrini Poulsen, starvsfelagar hjá henni, fyrisitingin og bygdaráðið var við. 

 

Í sínari røðu fyri Katrini Poulsen segði borgarstjórin, at hon altíð hevur víst góðan samstarvsvilja og góð evni til at finna nýggjar loysnir og at arbeiða undir broyttum umstøðum, og Jóhannus Danielsen takkaði Katrini Poulsen fyri gott samstarv øll hesi mongu ár.

 

- Hesi 30 árini hava 678 børn verið í dagrøkt, og 83 dagrøktarar hava verið í starvi, segði borgarstjórin.

 

Maria á Regni, sum í nógv ár hevur arbeitt í spælistovuni, takkaði vegna dagrøktararnar Katrini Poulsen fyri gott samstarv og segði, at hon hevur verið ein góður leiðari.

 

Nes kommuna byggir í løtuni vøggustovu, sum verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, og í hesum sambandi verður dagrøktin niðurløgd, men Katrin Poulsen, sum er útbúgvin námsfrøðingur, heldur fram í starvi í vøggustovuni.